Fótbóltur

KÍ skal tryggja sær gott útgangsstøði undir truplum umstøðum

Mótstøðuliðið spælir í topp-20 deild í Europa, hópurin hjá Luzern hevur eitt virði á næstan 170 milliónir, og hitastigini verða beint undir 30.

Patrik Johannesen og KÍ spæla í Luzern í kvøld - Mynd: Sverri Egholm

Patrik Johannesen og KÍ spæla í Luzern í kvøld - Mynd: Sverri Egholm

2019-07-25 14:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ spælir í kvøld søguligan dyst. Ikki er hetta bara fyrsti dysturin hjá flaggskipinum í Norðoyggjum í Sveis, men hetta er eisini fyrstu ferð, at KÍ, ið spældi tann allarfyrsta evropiska dystin hjá einum føroyskum liðið (í 1992), spælir í 2. umfari í einari evropeiskari kapping.

[object Object]
(KÍ spældi seg víðari úr 1. umfari ímóti Riterai - Mynd: Sverri Egholm)

Eftir at KÍ í undanumfarinum vann størsta føroyska samanlagda sigurin nakrantíð, gjørdist uppgávan munandi truplari í 1. umfari. Men liðið hjá Mikkjal Thomassen vann uppiborið yvir tveir dystir ímóti litaviska Riterai. Útivallarmálið hjá Jákup B. Andreasen gjørdist avgerandi.

Nú fer støði á mótsstøðuliðnum aftur væl og virðiliga upp. Hóast Luzern ikki er eitt oddalið í Sveis, og liðið ikki hevur nógv úrslit at vísa á í evropeiskum fótbólti, so spælir liðið á høgum støði, og sambært Transfermarket hevur liðið eitt virði á 168 miliónir krónir. Talan verður um eina ógvuliga trupla uppgávu í kvøld.

Les eisini: Luzern: 45-stig frá 1.plássinum

Hitin kann spæla eitt sindur inn í kvøld. Í løtuni eru 30 hitastig í sveisiska býnum, men tá klokkan er farin av 20.00, er hitin farin nakað niður, og hann minkar meðan dysturin er. KÍ hevur ikki tapt í fýra evropeiskum útidystum á rað, og skal finna nøkur av somu tingunum fram frá undanfarnu dystum fyri at halda røðini.

Les eisini: Fýra útidystir á rað uttan ósigur

Um KÍ megnar at fáa eitt útivallarmál, fær eitt tepurt tap ella javnleik, so er tað avgjørt góðkent. Teir í hvítum og bláum fara eftir at halda uppgerðini livandi, so spenningur verður á Svangaskarði um eina viku. Um hetta skal eydnast, skal liðið úr Klaksvík gera ógvuliga nógv rætt í kvøld.

Les eisini: - Evropeisku dystirnir eru høgt í metum hjá okkum í KÍ

Fyrsta bríksl á Swissporarena er klokkan 20.15 lokala tíð - 19.15 føroyska. Vit fylgja gongdini á forsíðu okkara og taka samanum eftir dystin. Til ber at stroyma dystin fyri eitt gjald hjá Televarpinum. 

Europa League 2. umfar - fyrri dysturin
25.07, kl.19.15 - Swissporarena
Luzern FC - KÍ

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder