Fótbóltur

Fýra útidystir á rað uttan ósigur

KÍ stóð seg væl á útivølli í Evropa í fjør, og aftur í ár hevur tað hilnast væl. Nú bíðar ein stór avbjóðing í Sveis.

Jákup B. Andreasen her í dysti á LFF leikvøllinum í Vilnius. Dystin ímóti Zalgiris javnaði KÍ 1-1, og sama úrslit var á sama staðið árið eftir, og tað var við Jákupi sum málskjútta - Mynd: Sverri Egholm

Jákup B. Andreasen her í dysti á LFF leikvøllinum í Vilnius. Dystin ímóti Zalgiris javnaði KÍ 1-1, og sama úrslit var á sama staðið árið eftir, og tað var við Jákupi sum málskjútta - Mynd: Sverri Egholm

2019-07-24 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin spælir KÍ sín fimta evropeiska dyst í summar. So nógvar hevur KÍ ongantíð leikt fyrr í sama ári. Hetta verður tann triðji útidysturin og tann á pappírinum greitt truplasti. 

Les eisini: Luzern: 45 stig fra 1. plássinum

Luzern tekur ímoti á Swissporarena og er risafavorittur ímóti føroyska liðnum. Liðið hjá Mikkjal Thomassen kemur tó til dystin við góðum úrslitinum í seinastu evropeisku dystunum, og har fýra útidystir á rað eru leiktir uttan ósigur. Hetta er óhoyrt hjá føroyskum liðum.

[object Object]
(Ronni Møller-Iversen, ið nú spælir á Skála, skoraði fyri KÍ í Vilnius í fjør - Mynd: Sverri Egholm)
 
Úrslitini koma, eftir at KÍ annars hevði vánalig hagtøl á útivølli í Evropa fram til í fjør. Fyrstu níggju dystirnar, har tann seinasti av teimum var ein 5-0 ósigur í Stockholm ímóti AIK í 2017, endaðu við tapi. Harafturat skoraðu klaksvíkingar einki mál. Nú er hetta broytt.

Gamaní hava mótstøðuliðini ikki verið krútsterk seinastu fýra dystirnar, men KÍ hevur skorað í øllum dystunum, og serliga javnleikirnir í Litava vóru flottir, og málið ímóti Riterai fyri 13 døgum síðani sendi KÍ víðari. Nú skal KÍ spæla ímóti einum liðið, ið er meira líkt AIK í støði enn nakað av hinum hevur verið.

Seinastu fýra evropeisku útidystirnir hjá KÍ

2018:

Undanumfar: 
Birkirkara - KÍ 1-1
(Deni Pavlovic til 1-1)

1. umfar:
Zalgiris Vilnius - KÍ 1-1
(Ronni Møller-Iversen til 1-1)

2019: 

Undanumfar:
Tre Fiori - KÍ 0-4
Jóannes Bjartalíð (br) 0-1 
Jonn Johannessen 0-2
Patrik Johannesen 0-3
Jóannes Kalsø Danielsen 0-4 

1.umfar:
Riterai - KÍ 1-1
(Jákup B. Andreasen 1-1)

6 "stig" og 7 mál - víðari í øllum uppgerðunum uttan henni ímóti Zalgiris

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder