![placeholder](https://roysni.fo/css/img/banner2x1.png)
Í Klaksvík eru fyrireikingar við Djúpumýru og umkring har í hásæti. Tað verður gjørt klárt til stórdystin á Summarfestivalinum, har KÍ og HB bresta saman í sonnum oddadysti.
KÍ er í einum sera góðum stima. Liðið hjá Mikkjal Thomassen hevur vunnið sejy dystir á rað, og bjóðar av álvara HB av í oddinum. Vit fingu orðið á liðformannin, Páll A. Klettskarð eftir venjingina í gjárkvøldið. Hann setti stutt orð á støðuna hjá KÍ, og hvussu teir síggja uppá dystin fríggjakvøldið:
- Vit eru væl fyri til dystin, sum vit ætla skal gerast ein dystur við høgari leikferð. Hetta er ein ørvísi uppgáva, í tann mun at tað verða fleiri áskoðarar enn vanligt. Men vit taka tað sum allar aðrar dystir, og spæla dystin sum hann er: vit taka hann ikki sum meira enn tað
KÍ kann leggja seg framum HB við einum sigri í annaðkvøld. Men hóast talan er um ein umráðandi dyst, so slær Páll fast, at dysturin ikki avgerð FM-stríðið; óansæð úrslitið:
- Ein sigur til okkum vil merkja, at kappingin blívur uppaftur tættari. Men tað er ein triðingur eftir aftaná hendan dystin, so tað er íhvussu er einki avgjørt aftaná dystin í morgin, og hetta er ikki talan um eina “finalu”
KÍ vann í fyrsta umfarinum greitt á útivølli móti HB. Um hetta kann spæla inn, vil Páll Klettskarð einki siga um, men viðvíkjandi tí at KÍ hevur spælt í Evropa í summar og HB ikki; ja, so vísur 28-ára gamli áleyparin á, at tað ikki er greitt fyrrenn í morgin:
- Teir hava so fingið hvíld hvat dystum viðvíkur í summar, og vit hava verið í gongd alla tíðina. Eg meti sum sagt, at vit eru væl fyri, men um tað er ein fyrimunur, tað fáa vit so at síggja.
Oddadysturin í Betri-deildini verður bríkslaður í gongd klokkan 18.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald