Fótbóltur

Páll Klettskarð vil aftur á landsliðið

Nú nýtt landsliðsvenjarartoymi hevur tikið yvir, hevur Páll Andrasson Klettskarð aftur hug til landsliðið.

Páll Klettskarð hevur havt flestu fótbóltsupplivingarnar á Tórsvølli við KÍ seinastu árini. Nú er hann aftur tøkur til landsliðið, um boð verða eftir honum (Mynd: Sverri Egholm)

Páll Klettskarð hevur havt flestu fótbóltsupplivingarnar á Tórsvølli við KÍ seinastu árini. Nú er hann aftur tøkur til landsliðið, um boð verða eftir honum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-27 17:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eru boð eftir Pálli Klettskarð til landsdystirnar móti Armenia og Norðurmakedonia í november, er hann klárur. Tað sigur hann við dimma.fo.

Málrevurin í KÍ seinastu nógvu árini hevur ikki fingið nógvar møguleikar á landsliðnum. Eftir at vera vrakaður ferð eftir ferð, vóru í juni boð eftir honum, men tá valdi hann at takka nei.

Nú Håkan Ericson og toymi hansara fyribils er skift út við Eyðun Klakstein og Atla Gregersen, hevur Páll Klettskarð nú aftur hug til landsliðið - um boð eru eftir honum, væl at merkja.

Fyrrverandi venjarin gav greitt til kennar, at hann hevði aðrar betri skikkaðar álopsspælarar, og tað kundi eg sum spælari ikki annað enn taka til eftirtektar. Nú er talan um nýggja støðu, og um eg nú hevði fingið landsliðsboð, so hevði eg tikið av, sigur Páll A. Klettskarð við dimma.fo

Páll Klettskarð er 34 ára gamal. Hann er skrásettur fyri 14 landsdystir frá 2013 til 2023.

----

Páll Klettskarð í apríl mánað: Landsliðið er farið fyri mítt viðkomandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder