Fótbóltur

Páll komin heimaftur til KÍ

Eftir nakrar mánaðir í italienskum fótbólti verður Páll A. Klettskarð aftur at síggja í bláum og hvítum komandi mánðirnar.

Páll A. Klettskarð - her sum liðformaður í Europa League-dysti í fjør. Hann kemur at umboða Kí í Evropa aftur í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Páll A. Klettskarð - her sum liðformaður í Europa League-dysti í fjør. Hann kemur at umboða Kí í Evropa aftur í ár (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-20 17:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ er oddalið í føroyskum fótbólti, og spælir sín seinasta dyst áðrenn summarsteðgin í Betrideildini á Jóansøku leygardagin, áðrenn liðið skal royna seg í Europa League. Og tað verður við einum nýggjum áleypara í hópinum - einum leikara ið tó als ikki er ókendur í felagnum.

Eftir nakað av gitingum seinastu tíðina er nú greitt, at 29-ára gamli Páll Andrasson Klettskarð er aftur í barndómsfelagnum. Hann hevur síðani kappingarenda í fjør umboða US Breno, sum fyri kortum flutti upp í Seriu D - fjórðbestu deildina í Italia. Páll hevur verið skaddur seinastu tíðina, men er nú av álvara við at koma fyri seg.

Áleyparin hevur skorað 112 mál í 213 dystum í Betrideildini sambært Faroe Soccer, og sambært Norðlýsinum er hann næstmest skorandi KÍ-leikarin í søgu felagsins við 105 málum. Páll hevur eisini umboðað Víking. 

Áhugi hevur verið fyri honum frá øðrum feløgum, men heimasíðan hjá KÍ hevur nú boðað frá, at Páll Klettskarð skal spæla fyri felagið restina av hesum kappingarárinum. Hann kemur til landið í morgin og verður eftir ætlan við til dystin ímóti TB leygardagin.

Talan er um triðja nýggja leikaran, ið kemur til KÍ í summar. Eins og Páll, vendir Semir Hadzibulic aftur til Klaksvíkar, og Magnus Stamnestrø er komin úr Noregi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder