Fyrireikingarnar hjá føroyameistararnum KÍ til komandi kappingarár eru álvara í gongd. Í kvøld boðaði felagið frá norskum styrki. Harafturat hava tveir týðandi lokalir leikarar skrivað undir nýggjan sáttmála
Páll A. Klettskerð skifti í summar aftur til KÍ eftir eitt hálvt ár í italskum fótbólti. Og áleyparin var ein sera týðandi leikari í FM-endaspurtinum, har hann skoraði fleiri umráðandi mál, ið triggjaði KÍ sigrar.
Páll skoraði tilsamans seks mál fyri KÍ í ár, og hevur hann nú korað 111 mál fyri KÍ í bestu deildini. Hann manglar sostatt at skora 11 mál fyri at blíva leikarin, sum hevur skorað flest mál í søguni hjá KÍ.
Eisini hevur KÍ gjørt nýggjan sáttmálan við Ísak Simonsen. Vinstri bakkurin hevur verið ein týðandi leikari á KÍ liðnum í fleiri ár.
Ísak Simonsen hevur leikt á besta liðnum hjá KÍ síðani 2010, har hann var við til at rykkja KÍ uppaftur í bestu deildina, og hevur spælt við líka síðani. Í ár átti hann eisini stóran leiklut í meistaraheitinum hjá KÍ við sínum 20 dystum frá byrjan sum vinstri bakkur ella miðverji.
Sáttamálarnir við Páll og Ísak er galdandi fyri kappingarárið 2020.
Kelda: nordlysid.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald