
Í fjør var tað við Pól Thorsteinsson sum høvuðsvenjara og Kára í Lágabø sum hjálparvenjara, at FC Suðuroy - sum uppflytari í 1. deild - flutti upp.
Til tilveruna í Betrideildina er neyðugt at hava ein venjara í venjaratoyminum við A-útbúgving. Hetta hevur høvuðsvenjarin Pól Thorsteinsson ikki. Hann hevur annars leitt liðið til tvær uppflytingar á rað.
Palli Augustinussen, sum hevur verið ógvuliga virkin í felagnum, er A-venjari. Hann er nú lagdur afturat Pól og Kára. FC Suðuroy víðar venjaratoymi hjá besta liðnum, sum skal undir eina stóra avbjóðing.
Palli Augustinussen vann millum annað FM í 2000 og var venjari hjá besta liðnum hjá FC Suðuroy frá 2020 til og við 2022 - í 2021 var liðið í 1. deild. Í fjør stóð Palli á odda fyri næstbesta liðnum, sum er í 2. deild.
Hann er pápi liðformannin á liðnum, Pætur Augustinussen.
FC Suðuroy flutti upp sum nummar tvey í 1. deild í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald