Annað

Palli vann golfkappingina

Petur Jacobsen fekk "hole in one".

Óli, Palli og Janus

Óli, Palli og Janus

2018-08-20 07:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í vikuskiftinum hevur felagsmeistarakappingin 2018 verið leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi.

Kappingin er skipað sum ein slagkapping yvir 2 dagar.

Úrslitið gjørdist:

  1. Hans Pauli (Palli) Henriksen 173     sløg
  2. Janus Norðberg 182     sløg
  3. Óli Edvard Olsen 183     sløg

Nevnast skal, at Per Poulsen eisini hevði 183 sløg, men hann hevði færri stig enn Óli Edvard Olsen.

Hol in one

Petur Jacobsen fekk ”hole in one” á holi 5 í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder