
Parasport Føroyar og gistingarhúsini Hotel Hafnia og Hotel Brandan hava undirskrivað nýggja stuðulsavtalu fyri árið 2025, og halda tey sostatt fram sum ein av høvuðsstuðlunum hjá sersambandinum.
– Vit eru sera takksom fyri, at Hotel Hafnia og Hotel Brandan aftur í ár hava valt at stuðla okkara arbeiði, sigur Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyar.
– Tey hava verið ein týðandi stuðul í fleiri ár, og við hesum framhaldandi samstarvi fáa vit betri møguleikar at bjóða einum størri bólki av íðkarum góðar og tryggar karmar at virka í.
Við støði í sløgorðinum “øll kunnu íðka” arbeiðir Parasport Føroyar fyri, at tað skal vera ein sjálvfylgja, at fólk við serligum tørvi kunnu íðka ítrótt undir hóskandi og virðiligum umstøðum – bæði á breiddar- og úrvalsstigi.
Pætur Trónd, stjóri á Hotel Hafnia, sigur seg fegnas tum, at tey kunnu halda fram at stuðla Parasport Føroyum.
– Samstarvið hevur týdning – bæði fyri okkum sum fyritøku og fyri samfelagið sum heild. Tað er kveikjandi at síggja arbeiðið, ið verður gjørt, og vit eru errin av at stuðla einum slíkum sersambandi, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald