Í morgin, 24. august, verða Paralympisku leikirnir Tokyo 2020 settir.
Setaninarhátiðin byrjar kl. 12 føroyska tíð, og tað er Hávard Vatnhamar ið skal bera Merkið inn á olympiska leikvøllin í Tokyo.
Hóast setanin verður uttan áskoðarar verður nógv gjørt burturúr, bæði við undirhaldi og tí meira formella.
Fyri at fáa ein serligan føroyskan dám á setanina hevur Parasport Føroyar fingið Shisa Brand, ið er føroyskt bindimerki, við serligum tilknýti til Japan, at sniðgeva og binda ein vest, til føroyska toymið. Vesturin er bundin úr 100% føroyskari ull og hevur eyðkent Shisa Brand bordamynstur.
Hávard Vatnhamar er einasta føroyska umboðið í leikunum í Tokyo, og skal kappast í maraton (klassa T46) 5. september kl. 6.50 lokala tíð (hetta er 4. september kl. 22.50 føroyska tíð).
DR2 sendir setanina beinleiðis frá kl 11.45 føroyska tíð.
Parasport Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald