Fult umfar er í sólini hendan skírishósdagin. Seks tímar av fótbólti í Betrideildini hjá monnum er fyri framman, og talan kann gerast um eitt umfar, ið fær nógv at siga fyri fleiri lið, og fyri hvussu kappingin myndar seg:
6 | 18.04.19 | 15:00 | B36 | KÍ | - |
6 | 18.04.19 | 15:00 | TB | Víkingur | - |
6 | 18.04.19 | 15:00 | SKÁLA | EB/Streymur | - |
6 | 18.04.19 | 18:15 | HB | AB | - |
6 | 18.04.19 | 19:00 | NSÍ | ÍF | - |
Støðan í Betrideildini:
1. Skála (12 stig)
2. B36 (12 stig) *
3. KÍ (11 stig)
4. TB (8 stig)
5. NSÍ (7 stig)
6. HB (6 stig)
7. Víkingur (4 stig) *
8. EB/Streymur (3 stig)
9. AB (3 stig)
10. ÍF (1 stig)
*Ein dyst færri
Skála er oddalið og kann halda um hesa støðuna við sigri á EB/Streymi á heimavølli í dag. Um úrsliti í Gundadali lagar seg, kunnu skálamenn gerast einsamalt oddalið. Liðið hjá Eyðuni Klakstein er eisini favorittur; dygd og stabilitetur hevur eyðkennt Skála seinastu vikurnar, har bert sigrar eru komnir á kontoina, og einki mál er farið inn. EB/Streymur vann sín fyrsta sigur í ár sunnudagin; talan var um stórsigur á AB, har Arnbjørn Hansen var í hopla. Spennandi verður at síggja gamla málrevin ímóti Fróða Benjaminsen í dag. Um Arnbjørn og EB/Streymur fara at gera nakað við Skála, er ilt at siga, men liðini hava seinastu árini leikt sera tættar dystir.
Í Gundadali er lagt upp til brak, tá einastu ósigraðu liðini hittast. Tað er Mikkjal Thomassen móti Jákup á Borg ið kappast um fyrimun í oddinum. Teir hava fyrr verið liðfelagar, og Mikkjal hevur verið venjari hjá Jákupi; m.a. í 2011 tá B36 vann FM. Kí hevur vunnið tríggjar dystir á rað. B36 hevur fult stigatal eftir fýra dystir - seinast kom B36 ikki á vøllin, tí nógvi vindurin í Sarpugerði loyvdi tí ikki.
Ártalsfelagið er framvegis uttan leikarar sum Róald Jakobsen og Michal Przbylski, og Alex Mellemgaard, Lukasz Cieslewicz og Magnus H. Jacobsen
eru ivasamir. Hjá KÍ hevur Patrik Johannesen leikbann, og av skaðunum kemur tað serliga illa við, at Deni Pavlovic framvegis situr uttanfyri. B36 hevur fingið úrslit hóast mongu skaðarnar, og í dag er lagt upp til sera tættan dyst, har bæði liðini helst kunnu vera rímiliga nøgd við ein javnleik, tá avtornar.
Víkingur hevur fýra stig fyri fýra dystir, og er tí undir ávísum trýsti at fáa ein sigur í dag. Tað er tó einki lið, ið hevur vunnið á TB í Trongisvági, og tvørámenn liggja í løtuni á evropeiskum plássi. Seinast spældi TB javnleik móti HB, har liðið hjá Zoran Pavlovic var omaná og vísti vilja við at javna móti endanum. Lagt er upp til ein tættan dyst við Stórá.
HB og NSÍ liggja mitt á stigatalvuni og skulu í kvøld vinna sínar heimadystir. Mótstøðuliðini eru undir strikuni; ÍF hevur bert fingið stig á heimavølli móti TB, og AB hevur bert fingið stig móti júst ÍF. Argjamenn taptu 5-1 seinast, og ÍF tapti í seinastu viku á Sandi og stendur nú uttan venjara. HB hevur bert vunnið ein dyst í Betrideildini í ár, og hevur longu mist fleiri stig enn alt seinasta kappingarár. NSÍ tykist at vera svingandi. Bæði liðini við íslendskum venjara eru tó stórfavorittar í kvøld.
Til ber at fylgja við gongdini á forsíðu okkara, har mál og málskjúttar koma inn beinanvegin. Eftir fyrstu dystirnar geva vit eitt yvirlit og dagføra i kvøld, har vit so eisini taka samanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald