Í dag avgjørdi hann dystin móti AB við Djúpumýru við tveimum málum í yvirtíðini og sendi KÍ upp á oddasessin aftur - í kvøld er hann úttikin til A-landsliðið. Patrik Johannesen hevur havt ein góðan dag; tað seinna kemur tó tíverri orsakað av einum skaða til Jákup L. Thomsen, ið skoraði á Malta í mars. Patrik avloysir áleyparin úr FH. Hetta boðar FSF frá í kvøld.
Týsdagin kunngjørdi Lars Olsen nøvnini á teimum 22, ið skulu umboða Føroyar í komandi EM-undankappingardystum á Tórsvølli móti Spania og Norra. Tá var 23-ára gamli Patrik Johannesen ikki millum nøvnini, men nú fær hann møguleika at koma innaftur í landsliðshópin, har hann ikki hevur verið í meira enn eitt ár.
Tvørámaðurin var við landsliðnum í B36-tíðini, har hann skoraði nógv mál í Betrideildini, og á heysti 2017 varð hann skiftur inn í tveimum HM-undankappingardystum. Í 2018 spældi Patrik í venjingardysti móti Liktinstein á venjingarlegu í Marbella. Tá var hann skiftur til Norra, har hann var nógv darvaður av skaða.
Patrik Johannesen hevur í ár spælt við KÍ og hevur eftir avgerandi málini í dag skorað sjey mál í ellivu dystum í Betrideildini. Hann er fjórði leikarin úr hópinum hjá KÍ, ið er úttikin til hendan landsliðshópin. Eins og Gilli Rólantsson Sørensen er Patrik uppvaksin í TB.
Hópurin:
Málverjar:
Teitur Matras Gestsson (HB), Karstin Hansen (Skála), Kristian Joensen (KÍ)
Verjuleikar: Atli Gregersen (Víkingur), Odmar Færø (Ham Kam), Viljormur Davidsen (Vejle), Magnus Egilsson (HB), Gilli Rólantsson Sørensen (Brann), Andrias Høgnason Eriksen (B36)
Miðvallarar: Heini Vatnsdal (Fremad Amager), Rene Shaki Joensen (Grindavík), Hallur Hansson (Horsens), Brandur Hendriksson Olsen (FH), Rógvi Baldvinsson (Bryne), Kaj Leo í Bartalsstovu (Valur), Árni Frederiksberg (B36), Sølvi Vatnhamar (Víkingur), Meinhard Egilsson Olsen (Kristiansund), Jákup B. Andreasen (KÍ)
Áleyparar: Klæmint Andrasson Olsen (NSÍ), Patrik Johannesen (KÍ), Jóannes Bjartalíð (KÍ)
Fríggjadagin 7/6: 19.45 Føroyar - Spania
Mánadagin 10/6: 19.45 Føroyar - Norra
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald