Hondbóltur

Pauli: - Veit hvussu umráðandi málmansleikluturin er

Video: Tað var stuttligt at síggja, hvussu stórur áhugin er her eisini, sigur ungi málverjin úr Hovyík. Hann tosar eisini um at hyggja eftir KÍ, og hvat skal til í Berlin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-03 19:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er so ein av stuttligastu dystunum, vit hava sæð.

Pauli Jacobsen var, saman við fleiri landsliðsfeløgunum búsitandi í Keypmannahavn, í Göteborg fyrst í august tá KÍ sendi BK Häcken út úr Champions League eftir 3-3 og síðani brotssparkskapping.

21-ára gamli hoyvíkingurin tyktiskt vera glaður fyri at verða komin norðeftir í dag. Nú hugsavnar hann seg um at vera til reiðar at fremja stór avrik fyri Føroyar á leikvølli.

Pauli Jacobsen setti millum annað orð á týdningin við málmansplássinum, og hvat føroyska liðið leggur dent á í fyrireikingunum. Málverjin og hinir í EM-hópinum eru glaðir fyri stóra áhugan í hesum døgum, men royna at hava høvdið á rætta staðnum - hetta eru teir eisini vanir við nú.

Sí samrøðu við Paula Jacobsen ovast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder