
Lyklabjargingar kunnu verða avgerandi, um tað verður tætt millum Føroyar og Niðurlondum í dystum, sum kunnu gerast óvuliga málríkir.
Nú Nicholas Satchwell er skaddur, hava Føroyar ein ógvuliga greiðan fyrsta málverja: Pauli Jacobsen fer allarhelst at spæla teir allarflestu minuttirnar í teimum týðandi EM-undandystunum í næstu viku.
Pauli er í løtuni í uppflytingarstríði við HØJ Elite. Felagið, sum er staðsett stutt úr Keypmannahavn, satsar nógv, og leygardagin varð uppflytingin hjá Maritu Mortensen og kvinnuliðnum veruleiki.
Sí eisini: Marita og HØJ hava tryggjað sær uppflyting
Menninir eru oddalið í næstbestu deildini, nú fimm umfør resta í. Kappingin er hørð við serliga Aarhus, sum hevur - nú skøddu - Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, í hópinum.
Tvey stig skilja liðini, og tí er hvør einstakur dystur ógvuliga týðandi. Bert eitt lið flytur beinleiðis upp, meðan nummar 2 og 3 skulu í uppflytingar-play off.
Pauli Jacobsen hevur havt nógvar góðar løtur og dystir í kappingarárinum, og leygardagin móti Faaborg varð 22-ára gamli hoyvíkingurin dagsins spælari. Pauli hevði heili 18 skrásettar bjargingar í 35-24 sigrinum.
Harvið liggur hann til at flyta upp í bestu donsku deildini, og burdi Pauli Jacobsen komið til landsdystirnar við høgum sjálvsáliti og í góðum stima.
Pauli Jacobsen til landsdystin móti Kosovo í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Hallur og Rógvi í landsliðshópin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald