
Startur og mál varð við Tjarnir í Hoyvík, og opnu bólkarnir hjá kvinnum og monnum súkklaðu 107 km við umleið 1500 hm. Tey koyrdu leiðina Tjarnir – Svínáir – Saksun – Tjarnir.
Eldru bólkarnir hjá monnum koyrdu ein styttri tein á 80 km, sum fevndi um leiðina Tjarnir - rundkoyringina við Norðskálatunnilin – Tjarnir. Og U19 bólkurin hjá monnum koyrdi 53 km.
Okkara fremstu oyggjaleikaluttakarar eru enn væl fyri, og í opna bólkinum hjá monnum vann Pauli Poulsen, Troy, við tíðini 3:11:00 frammanfyri Kostas Garoflos, Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag, við 3:16:14 og Bergtór Tórsteinsson, Norðstrok, við 3:19:26.
Súsanna Skylv, Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag, vann opna bólkin hjá kvinnum við tíðini 3:25:05, sum var fjórðbesta tíðin yvirhøvur á longsta teininum hendan dagin! Íalt 10 íðkarar luttóku á longsta teininum.
Tveir U19 unglingar royndu seg á styttsta teininum, Jónatan Gregersen, Troy, vann kappingina við 1:56:18 frammanfyri Mikkjal Heðin Rosen, Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag, sum hevði tíðina 1:57:29.
Í eldru aldursbólkunum hjá monnum vóru íalt 7 luttakarar. Øll úrslitini eru at síggja niðanfyri og annars á Webscorer.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald