Fýra dystir í næstbestu donsku mansdeildini vórðu spældir í kvøld, og á Frederiksberg var føroyingauppgerð, tá FIF tók ímóti Team Sydhavsøerne. Nógvir føroyingar - og nógv fólk sum heild - vóru í høllini.
Leivur Mortensen og Janus Dam Djurhuus spældu hvør sín hálvleik á vinstra vongi hjá FIF, og teir báðir ungu og kringu menninir vóru ógvuliga tryggir. Samanlagt skoraðu teir 10 av 10 skotum, og Leivur gjørdist toppskjútti hjá FIF við 7 málum. Fýra av teimum komu úr sjey metrum.
Hinir báðir hoyvíkingarnir á vøllinum stýrdu spældinum hjá hvør sínum liði væl. Hjá meira roynda manninum, Jónasi Gunnarsson Djurhuus, hepnaðist ikki heilt so væl við skotunum í kvøld, tó at hann skoraði trý mál. Jónas hevði tó 7 upplegg, og um fleiri FIF-spælarar vóru meira skarpir í kvøld, so hevði hann havt tvísiffrað tal av uppleggum - og so hevði FIF helst vunnið.
Oyrasundsbúgvarnir og landsliðsspælararnir hittust á vølli í kvøld, har tann í miðjuni var ímóti hinum - Leivur Mortensen, Pauli Mittún og Jónas Gunnarsson Djurhuus (Mynd: Agnar Prestá
Heimaliðið er rakt av nøkrum skaðum, men tað er Team Sydhavsøerne í uppaftur størri mun. Lyklaleikarar eru úti, fleiri sum vanliga eru á næstbesta liðnum spældu við í kvøld, og hetta ger leiklutin hjá føroyinginum væl størri.
Hendan tykist Pauli Mittún at stórtrívast í. 21-ára gamli landsliðsspælarin spældi við góðari ró og nógvum góðum avgerðum. Nakrir fáar tekniskar villur og eini tvey brend skot sníktu seg inn á Frederiksberg, men eins og tá Pauli gjørdist toppskjútti í lykladysti í síðstu viku, so tyktiskt nummar 61 at vera lykilin í álopsspælinum hjá Klaus Bruun Jørgensen. Hoyvíkingurin skoraði átta mál, harav hann til fleiri tók sakina í egnar hendur, og legði upp til 6 mál.
Nøkur tøl hjá føroyingunum í kvøld
TSØ: Pauli Mittún
Mál: 8
Assist: 6
FIF: Jónas Gunnarsson Djurhuus
Mál: 3
Assist: 7
Leivur Mortensen: 7/7 (4)
Janus Dam Djurhuus: 3/3
Atgerðirnar hjá Paula vóru við at geva TSØ sín níggjunda sigur á rað. FIF hevði trupult við at skora í stórum pørtum av fyrra hálvleiki men kom betri inn í dystin fyri steðgin. Útiliðið hevði tó nakað meira skerpni eftir steðgin, har FIF millum annað brendi heldur illa og vantaði bjargingar úr málinum. Tað kom niður á minus tvey móti endanum, men so varð reytt kort dømt móti heimaliðnum.
21. umfar í næstbestu donsku deildini
Frederiksberg Hallerne, fríggjadagin 16.02
FIF - Team Sydhavsøerne 29-31 (11-14)
Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 5-7
15 min: 6-9
20 min: 7-11
25 min: 8-13
30 min: 11-14
35 min: 13-17
40 min: 16-18
45 min: 18-21
50 min: 21-25
55 min: 24-29
60 min: 29-31
Listin yvir málskjúttar - her eru føroyingarnir vælumboðaðir, og Pauli og Leivur gjørdust toppskjúttar hjá hvør sínum liði
Leivur Mortensen var ógvuliga tryggur í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tey bæði stigini merkja, at Team Sydhavsøerne er trý stig frá playoff-plássinum og seks stig frá 1. plássinum - oddaliðið HC Midtjylland tapti óvæntað í kvøld. Bert 1. plássið gevur beinleiðis uppflyting til fremstu donsku deildini. Nummar tvey og trý sleppa at spæla um tað.
26 umfør skulu spælast, og Pauli og liðfelagirnir hava spælt færri dystir enn flestu liðini omanfyri seg. FIF stríðist framvegis fyri at sleppa heilt úr niðurflytingarstríðnum. Trý tey niðastu liðini fara niður - í løtuni eru Niklas Højgaard Hanusarson og Skovbakken á einum av teimum.
Støðan í løtuni (Mynd: hbold.dk)
Aarhus HC er í stríðnum um ovastu plássini, men tað var eitt stig aftur hjá Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og hinum at tapa í Skive í kvøld. Útiliðið var annars betri í 1. hálvleiki og á odda við einum í steðginum, men liðið við føroysku landsliðsspælarunum kom ikki nóg væl frá 2. hálvleiki.
Sunnudagin kunnu HØJ við Paula Jacobsen og Róa Berg Hansen nærkast 1. plássinum. Teir eru favorittar á útivølli móti Rækker Mølle.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald