Fótbóltur

Pavlovic fær seks daga leikbann

Reyða kortið á jóansøku kann raka KÍ meint.

Deni Pavlovic (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Deni Pavlovic (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-07-01 08:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sterki serbiski verjuleikarin hjá KÍ, Deni Pavlovic, sleppur ikki at spæla ein stóran part av tí, sum eftir er av landskappingini.

Norðlýsið veit at siga, at kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur givið leikaranum leikbann í seks dystir. Kappingarnevndin hevur nú viðgjørt hendingina í dystinum á jóansøku millum TB og KÍ. Móti endanum av dystinum var ein hending, har Deni Pavlovic stútaði svenska leikaran hjá TB, Ken Fagerberg.

KÍ hevur møguleika at kæra avgerðina hjá kappingarnevndini til aganevndina hjá fótbóltssambandinum.

Avgerðin um leikbann kann fáa stóran týdning fyri KÍ, sum hevur ligið í oddinum í landskappingini í ár. Summarsteðgur er í føroysku fótbóltskappingini nú. Komandi dystur hjá KÍ er 21. juli móti B36. Næstu fimm dystirnir, sum KÍ skal spæla, eru móti NSÍ, ÍF, Víkingi, Skála og EB/Streymi.

Leikbannið er ikki galdandi fyri dystirnar, sum KÍ spælir í Europa League.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder