Tað kann væl vera, at tað ikki gongur eins væl hjá Manchester City í Premier League í ár, sum tað gjørdi í fjør.
Men tað forðar ikki venjaranum, Pep Guardiola, at seta nýtt met í Premier Leauge. Ongin hevur fyrr megnað at vinna sínar fyrstu 100 Premier League-dystir eins skjótt og spanski Pep Guardiola hevur gjørt við Manchester City.
2-0 sigurin hjá City í gjárkvøldið móti Sheffield United var sigur nummar hundrað hjá Gardiola í hansara dysti nummar 134.
Harvið knústi hann metið hjá José Mourinho, sum brúkti 142 dystir at fáa 100 sigrar í Premier League. Jürgen Klopp brúkti 159 og Alex Ferguson162 dystir, skrivar bold.dk.
Her við árslok liggur Manchester City nummar trý í Premier Leagua við 41 stigum eftir Liverpool við 55 og Leicester City við 42 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald