
Í 2016 trein Pernille Brandenborg inn á føroyska A-landsliðið. Tá var hon 19 ár og spældi við Gudme HK (hoyrir undir GOG) í triðbestu donsku deildini.
Strikuspælarin er uppvaksin í Svendborg á Fjóni, men mamma hennara er úr Norðoyggjum og uppvaksin í Klaksvík.
Sí eisini: Pernille: - Tað serliga er ikki at spæla móti Danmark - men at spæla fyri Føroyar
Landsliðsvirksemi var ikki so stórt tey fyrstu árini, men síðani dystirnar á heimavølli í desember 2016 hevur Pernille Brandenborg verið við hvørjaferð.
- Eg hevði ikki væntað, at eg man í dag spældi fyri triðja endaspælinum á rað, viður kennir hon...men tað er ongantíð, at eg ikki havi verið glað fyri at verið á landsliðnum. Tað er altíð stórt, staðfestir 28-ára Pernille í dag fyri Portalinum.
Og strikuspælarin hevur eisini staðið fyri støðufesti og hækkandi stigi á vøllinum. Harvið hevur hon verið stórur partur av framgongdini.
HER BER TILHOYRA LONGRI SAMRØÐU FRÁ PERNILLE BRANDENBORG OG BJARTU JOHANSEN Í REKJAVÍK - millum annað um føroysku menningina.
Pernille Brandenborg var rørd og fegin í Basel í fjør, tá hon og Føroyar fyri fyrstu ferð vóru í endaspæli (Myndir: Sverri Egholm)
Pernille mentist sum spælari; fór upp í næstbestu donsku deildina og síðani tí bestu har føroyski landsliðsliðskiparin spældi í fleiri ár.
Í summar skifti Pernille Brandenborg til norska meistaraliðið Storhamar. Liðið er í Champions League, og harvið er hon fyrsta føroyska kvinnan, sum spælir í størstu kappingini fyri lið.
Tann fyrsta á kvinnulandsliðnum at røkka hálvthundrað
Pernille Brandenborg skrivar eisini eitt slag av søgu í kvøld. Strikuspælarin verður við Tjarnir tann fyrsta á føroyska kvinnulandsliðnum, sum kemur upp á talið 50 A-landsdystir.
- Eg visti ikki av tí fyrrenn í morgun. Men tað merkir ótrúliga nógv fyri meg at hava spælt so nógvar dystir fyri Føroyar; og sum tað fyrsta at náa hendan mílasteinin.
Sambært Handballstatz hava Bjarta Johansen og Turið Arge Samuelsen 45 landsdystir, meðan Súna Krossteig Hansen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen eisini nærkast við ávikavist 38 og 34 dystum.
Hjá monnum hava Rókur Akralíð, Trónur Kragesteen, Hanus Joensen, Hans Áki Dah Christiansen og Peter Krogh allir millum 50 og 60 landsdystir, vísa tølini.
Pernille Brandenborg staðfestir fyri Portalinum, at farið verður eftir stigum á sínum basa við Tjarnir í kvøld - hóast tað verður torført.
Mynd: Sverri Egholm
Sí eisini: Stórt føroyskt hondbóltskvøldi við Tjarnir, á Portalinum og á FM1
2. umfar í undankappingini til EM 2026
Leygardagin 18. oktober
19.00: Føroyar - Montenegro
1. Montenegro 2 stig
2. Føroyar 2 stig
----------------
3. Ísland 0 stig
4. Portugal 0 stig
--
Sí eisini: Hvussu liggur fyri hjá landsliðnum at fletta (Video)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald