FM1 og Portalurin ger sjálvandi nógv burturúr stóra landsdystinum í kvøld.
Føroysku kvinnurnar skulu royna at fylgja upp uppá søguliga og flotta sigurin í Íslandi mikukvøldið. Til tess er eitt megnar avrik móti Montenegro kravið.
Sí eisini: Íslendingar boyggja seg: Føroyar vóru bara betri
Montenegro vann EM-bronsu í 2022 og hevur nógvar sterkar spælarar; millum annað spælarar sum spæla í stórfeløgum í heimlandinum ella í Rumenia og í Champions League.
Føroyar hava ein Champions League-spælara, Pernille Brandenborg, sum eisini hevur altjóða hædd. Føroysku kvinnurnar skulu gagnnýta sína ferð, sítt snildni, vera seigar og standa ímóti trýstinum hjá gestunum.
![]()
Føroysku kvinnurnar sluppu framvið teimum íslendsku og tóku týðandi stigini mikukvøldið - hetta var perfekta byrjanin uppá undankappngina hjá Súnu Krossteig Hansen og hinum.
Samrøða við Elsu Egholm
Trýstið at fáa stig er ikki eins stórt í kvøld sum í 1. umfari, men um tað skal vera móti Montenegro, so skal tað helst vera í heimadystinum.
Um hugt verður eftir atgongumerkjunum, so eru nakað yvir 2.000 farin, og helst verða fleiri seld í dag. Hetta kann geva nógv - sum Maria Pálsdóttir Nólsoy eisini vísti á í gjár, so er tað nakað serligt hjá teimum at spæla við Tjarnir.
Sjálvsálitið eigur eisini at vera stórt í unga føroyska hópnum, og harvið fyritreytirnar góðar - hóast ein broyting er gjørd vegna skaða.
Myndir: Hugagóður hópur undan fyrsta heimadystin í undankappingini.
Byrja at senda klokkan 18
FM1 og Portalurin ger sjálvandi nógv burturúr stóra landsdystinum.
Vit vóru einasti miðil á staðnum í Íslandi og fylgja gongdini alt kvøldið við Tjarnir. Hetta við beinleiðis bloggi á Portalinum - við myndum og støðudagføringum og síðani samrøðum og myndarøð.
FM1 sendir upptakt frá klokkan 18. Tá er Pætur Nolsøe til reiðar á svalanum saman við Teituri Joensen. Teir fara eisini at siga frá dystinum klokkan 19. Eisini hava vit samrøður og gestir - so sum skøddu Karin Egholm.
Pætur Nolsøe sigur frá Føroyar - Mongenegro (Mynd: Sverri Egholm)
2. umfar í undankappingini til EM 2026
Leygardagin 18. oktober
19.00: Føroyar - Montenegro
1. Montenegro 2 stig
2. Føroyar 2 stig
----------------
3. Ísland 0 stig
4. Portugal 0 stig
--
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald