Hondbóltur

Myndir: Hugagóður hópur undan fyrsta heimadystinum í EM-undankappingini

Uppgávan verður stór móti Montenegro í morgin, men sjálvsálitið og sterka eindin hjá føroyingunum skal telja upp við Tjarnir. Dysturin leygardagn byrjar klokkan 19.

Súna Krossteig Hansen, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe og Maria Haldóttir Weyhe beint undan venjingini (Mynd: Sverri Egholm)

Súna Krossteig Hansen, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe og Maria Haldóttir Weyhe beint undan venjingini (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-17 20:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur flutt seg frá føroyskum fagnað eftir sigurin í Reykjavík í 1. umfari til uppaftur størri sjálvsált og trúgv uppá, at man kann bjóða teimum stóru av.

Hóast ein skaða til Karin Egholm undir lættari venjing í morgun, var týðiligt at lagið var ógvuliga gott til venjing við Tjarnir í dag, har bláa gólvið var á, og miðlaáhugin eisini var rímiliga stórur.

Føroyar spæla í morgin fyrsta heimadystin í hesari EM-undankappingini. Hann er móti hægst styrkismetta Montenegro, sum vann EM-bronsu í 2022. 

Tað verður torført at taka stig, men Føroyar skulu royna at skaka. Eftir 1. umfar í undankappingini til EM 2026 hava bæði Føroyar og hægst styrkismetta Montenegro 2 stig.

Dysturin í morgin, leygardagin 18. oktober, byrjar klokkan 19. Vit eru á staðnum við tilfari á Portalinum og frásøgn á FM1

Sí myndir, sum Sverri Egholm tók frá venjing, niðanfyri:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder