Hondbóltur

Karin hevur beklað - Brynhild Pálsdóttir avloysir hana í morgin

Til lætta taktiska venjng fyrrapartin var Karin Egholm óheppin og fekk ein fótskaða. Ein onnur hoyvíkskvinna er innkallað til hópin, sum skal spæla móti Montenegro í morgin.

Karin Egholm sleppur ikki at venja við í dag og ei heldur at spæla í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Karin Egholm sleppur ikki at venja við í dag og ei heldur at spæla í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-17 15:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Claus Mogensen og Simon Olsen hava verið noyddir at gera eina broyting í føroyska hópinum, í mun til dystin í Íslandi.

Karin Egholm, sum spældi seinastu smáu tjúgu minuttirnar í Íslandi mikukvøldið, beklaði, tá hon skuldi leypa inn av vonginum til eina lætta venjing fyrr í dag.

Harvið er ungi vongspælarin á høkjum nú og tíverri kki tøk til heimadystin leygarkvøldið.

U19-landsliðsvongurin Joan Johannesen úr Kyndli er við til venjingina í dag. Í kvøld kemur Brynhild Pálsdóttir til landið. 22-ára gamla hoyvíkskvinnan spælir til dagliga í BK Ydun í næstbestu donsku donsku deildini. Brynhild hevur spælt 12 landsdystir - millum annað spældi høgri vongurin ein flottan dyst móti Danmark í EM-endaspælinum.

[object Object]Brynhild Pálsdóttir í fyrsta EM-dystinum í Sveis (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyski hópurin til dystn móti Montenegro:

Málverjar:
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Gylta Djurhuus á Neystabø, Kyndil

Bakkar:
Elsa Egholm, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)

Vengur:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, VÍF
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN), Karin Egholm, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)

Strikur:
Pernille Brandenborg, Storhamar (NOR)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

2. umfar í undankappingini til EM 2026 
Leygardagin 18. oktober
19.00: Føroyar - Montenegro


Støðan eftir 1. umfar í gjár:

1. Montenegro 2 stig
2. Føroyar 2 stig 
----------------
3. Ísland 0 stig
4. Portugal 0 stig

Sí eisini: Eftir sgurin í Íslandi: - Hava selt nógv hundrað atgongumerki afturat til heimadystin


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder