Fótbóltur

Pernille Brandenborg við níggju málum í grannauppgerð

Landsliðsliðskiparin hevur fingið góða byrjan í Rumenia. Leygardagin fer Champions League í gongd.

Pernille Brandenborg undir HM-endaspælinum í fjør. Í summar framdi føroyski strikuspælarin spennandi skifti (Mynd: Sverri Egholm)

Pernille Brandenborg undir HM-endaspælinum í fjør. Í summar framdi føroyski strikuspælarin spennandi skifti (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-02 13:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pernille Brandenborg er farin undir nýtt hondbóltsævintýr hjá rumenska meistaraliðnum.

CSM Bucaresti er eisini byrjað væl í landskappingini. Hetta við tveimum sigrum; í báðum førum í grannaupgerð.

Í 1. umfari var talan um tættan dyst móti Rapid Bucuresti, har Pernille skoraði nøkur mál. Í gjár, týsdagin, fekk CSU Stiinta Bucuresti veruliga oyruni í maskinuna.

CSM Bucuresti vann 45-25 eftir hálvleiksstøðuna 21-13.

Brandenborg gjørdi bart: Hon skoraði níggju ferðir av strikuni. Tað var bert danski landsliðsspælarin Emma Friis, ið skoraði fleiri mál í dystinum (11)

Pernille Brandenborg spældi meira enn Tatijana Brnovic, sterki strikuspælarin úr Montenegro, og vann eisini liðnum eitt brotskast.

Harvið fult stigatal í rumensku landskappingini. Leygardagin klokkan 15 bíðar fyrsta spennandi uppgávan í Champions League-bólkaspælinum. Slovenska Ljubljana Krim tekur tá ímóti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder