Hon er uppvaksin í Danmark og tosar danskt, men hon hevur samstundis føroyska mammu, skilur føroyskt og hevur seinstu sjey árini umboðað Føroyar í landsliðshondbólti.
Penille Brandenborg hevur verið støðug á strikuni og í miðverjuni, og í EM-undankappingardystinum og søguliga sigrinum í Luksemborg mikukvøldið tók hon einsamøll landsliðsmetið.
Sí eisini:
Jana skoraði flest - Annika bjargaði helminginum
Livdu upp til leiklutin
Sambært handballstatz.com - føroysku heimasíðuni fyri hondbóltshagtøl - hevur Pernille spælt 37 almennar A-landsdystir fyri Føroyar. Eingin onnur er kom upp á tað talið.
Mynd: handballstatz.com
Sum sæst á listanum, so hava Turið Arge Samuelsen, Bjarta Osberg Johansen, Fríða Petersen og Ninna Katrina Johansen eisini spælt yvir 30 A-landsdystir. Av núverandi A-landsliðsspælaru eru Súna Krossteig Hansen og Annika Fríðheim Petersen í topp-10. Sí allan listan HER.
26-ára gamli strikuspælarin úr bestu donsku deildini var 7/7 mikuvøldið og hevur samanlagt 45 mál fyri Føroyar. Pernille Brandenborg fær møguleikan at leggja afturat sunndagin, tá Luksemborg vitjar á Hálsi í 4. umfari í EM-undankappingini. Føroyar kunnu tryggja sær í minsta lagi 3. plássi í bólkinum og økja um spenningin viðvíkjandi EM-plássi við sigri.
Dysturin byrjar klokkan 17, og atgongumerki kunnu keypast her.
Pernille í skotroynd á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald