Hondbóltur

Livdu upp til leiklutin

Føroyar vóru stórfavorittar móti Luksemborg, og tað var ikki nógvur slingur í valsinum, so talan gjørdist um søguligt kvøld. Sunnudagin klokkan 17 vitjar Luksemborg á Hálsi.

Tvey týðandi stig fyri unga føroyska liðið, sum nú er á 3. plássi í bólkinum. Føroyar kunnu tryggja sær í minsta lagi tað við heimasigri sunnudagin (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Tvey týðandi stig fyri unga føroyska liðið, sum nú er á 3. plássi í bólkinum. Føroyar kunnu tryggja sær í minsta lagi tað við heimasigri sunnudagin (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2024-02-29 12:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið vann føroyska A-landsliðið hjá kvinnum á fyrsta sinni ein dyst í einari "høvuðsundankapping". Áður hava Føroyar vunnið fleiri undan-undankappingardystir - millum annað á Finnlandi og Ísrael á heimavølli í fjør. 

Mótsstøðuliðið var eisini væl veikari enn vanligt. EM-endaspælið er víðkað til hava 24 lond, og harvið er undankappingin eisini størri. Føroyar vóru í næstniðasta styrkisbólki til lutakastið og fingu Luksemborg úr niðasta pottinum.

Tað er óvanligt, at Luksemborg er við í einari høvuðsundankapping í hondbólti. Vanligt plaga liðini úr Luksemborg at verða sligin út í undan-undankappingini, men nú 32 lið eru við í høvuðsundankappgini, komu kvinnurnar beinleiðis við. 

Kvinnulandsliðið hjá Luksemborg hevur ikki vunnið ein dyst í nærum fimm ár, og tað ikki nær við at henda í gjár. Føroyar vóru stórfavorittar undan uppgerðini og fingu skjótt tamarhald á dystinum og bygdu so líðandi á leiðsluna.

Les meira um dystin: Eingin ivi í Luksemborg
Sí meira umdystargongdina í okkara bloggi

Profilar vístu vegin - spælarar ið til dagliga eru uttanfyri landoddarnar - og blaðungir spælarar fingu eisini virðismiklar minuttir. Millum annað spældi Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe eitt stórt korter á vinstra vongi, og 18-ára gamli hoyvíkskvinnan skoraði trygt uppá øll síni fýra skot í sínum fyrsta A-landsdysti.

[object Object]
Anna Elisabeth í U19-dysti í fjør - nú er hon komin í gongd á A-landsliðnum (Mynd: EHF)

Føroyski sigurin á Luksemborg var eins stórir, sum tann hjá Íslandi í oktober - 18 mál. Tá spældu liðini í Íslandi. Svøríki er sterkasta liðið í bólkinum og vann við 22 málum í Luksemborg í 2. umfari. Føroyar lótu uppaftur færri mál inn, enn Svøríki gjørdu tá. So hóast mótsstøðan ikki var so góð í gjár, so stóð føroyska avrikið áleið mát við tey hjá hægst styrkismettu liðunum í bólkinum móti júst Luksemborg,

Tvey týðandi stig fyri unga føroyska liðið, sum er á 3. plássi í bólkinum, nú trý umfør eru eftir. Við sigri sunnudagin í heimadystinum sunnudagin kunnu Føroyar tryggja sær minst 3. plássið. Hetta kann vera nóg mikið til at koma til EM-endaspælið í desember. 

Føroyar - Luksemborg sunnudagin klokkan 17 á Hálsi - Atgongumerki til dystin kunnu keypast her. Tøl frá dystinum í gjár niðanfyri

-----------------------------------------------------------

Undankapping til EM 2024, bólkur 7
3. umfar - í gjár, mikudagin 28.02
Luksemborg - Føroyar 16-34 (9-16)

Dystargongdin:
5 min: 2-3
10 min: 2-5
15 min: 3-9
20 min: 4-10
25 min: 6-11
30 min: 9-16
35 min: 9-19
40 min: 10-22
45 min: 12-24
50 min: 13-26
55 min: 15-29
60 min: 16-34

Les meira um dystin: Eingin ivi í Luksemborg

Støðan í bólkinum, nú helmingurin av dystinum er spældur:
[object Object]

4. umfar - sunnudagin á Hálsi: 
17.00: Føroyar - Luksemborg
Atgongumerki til dystin kunnu keypast her

Málskjúttar o.a. í kvøld:

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún: 8
Pernille Brandenborg: 7
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen: 6
Súna Krossteig Hansen 5
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Bjørk Franksdóttir Joensen 1
Rannvá Olsen 1

Skoraðu uppá 74 prosent av skotunum.

[object Object]
Jana Mittún hevur verið toppskjútti í øllum trimum dystunum hjá Føroyum, og hevur Viborg-spælarin nú 18 mál í EM-undankappingini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen: 12 /24 (50 prosent) – tríggjar brotskastsbjargingar
Silja Arngrímsdóttir Müller 2/6 (33,3 prosent) – ein brotskastsbjarging

Útvísingar:
Føroyar
 2
Luksemborg 2

Tekniskar villur:
Føroyar: 9
Luksemborg: 17

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder