Hondbóltur

Luksemborg hevur ikki vunnið ein kappingardyst síðani 2019

Nærum fimm ár síðani mótsstøðuliðið hjá Føroyum í morgin veruliga sigraði - talan er um 12 ósigrar á rað. Í oktober tapti Luksemborg við samanlagt 40 málum.

Føroyar vunnu á Finnlandi í undan-undankappingardysti í 2021. Síðst Luksemborg vann var júst móti Finnlandi 31. mai 2019 (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar vunnu á Finnlandi í undan-undankappingardysti í 2021. Síðst Luksemborg vann var júst móti Finnlandi 31. mai 2019 (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-27 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í annaðkvøld skulu føroysku kvinnurnar royna at koppa Luksemborg í 3. umfari í EM-undankappingini. Føroyar skulu royna at fáa stig á kontuna og taka eitt umráðandi stig ímóti EM-endaspælinum

Sí eisini: 
Tveir týðandi dystir móti Luksemborg í vikuni
Spennandi landsliðsmánaðir fyri framman

Tað er ógvuliga sjálvdan - um ikki púra óvanligt - at føroysku kvinnurnar standa sum einir favorittar í einum undankappingardysti. Føroyar hava staðið sum tað í undan-undankapping, og tað er eisini eydnast at vinna í nøkrum slíkum dystum.

Í 2021 spældu Føroyar seg víðari í høvuðsundankappingina við at vinna á Ísrael og Finnlandi á Hálsi, í fjør vunnu føroysku kvinnurnar annan av HM-undankappingardystunum í Kosovo og í fyri nøkrum árum síðani sigraðu Føroyar á Litava, Grikkalandi og Finnlandi.

[object Object]

Súna Krossteig Hansen í gjøgnumbroti, tá Føroyar vunnu á Finnlandi undan-undankappingardysti í 2021. Síðst Luksemborg vann var júst móti Finnlandi 31. mai 2019 (Mynd: Sverri Egholm)

Júst Finnland er seinasta landið, sum Luksemborg hevur vunnið á í einum kappingardyst. Hetta var í undan-undankapping til EM, 31. mai í 2019.

Síðani hava kvinnurnar hjá Luksemborg spælt tólv kappingardystir. Allir eru endaðir við tapi og í summum førum, hava tapini verið stór. Í fjør tapti Luksemborg við samanlagt 36 málum fyri Ukraina í tveimum dystum um at koma í HM-høvuðsundankappingina (sama umfar sum Kosovo - Føroyar).

Dystirnir móti Svøríki og Íslandi í fjør eru teir fyrstu dystirnir hjá Luksemborg í einari høvuðsundankapping. Liðið hevur ongantíð spælt seg í tað, meðan Føroyar hava megnað tað nakrar ferðir seinastu árini. Nú eru EM- og HM-endaspølini hjá kvinnum eisini víðkað til ávikavist 24 og 32 lið, og harvið er Luksemborg automatiskt við.

Sí eisini: Annika: - Fyrst og fremst ein góður møguleiki at fáa stig í bólkaspælinum

Luksemborg stendur við minus 40 í málúrttøku eftir teir báðir fyrstu dystirnir í hesari undankappingini. Føroyar hava minus 22 eftir tapini fyri Svøríki og Íslandi, har føroysku kvinnurnar tó vóru væl við í seinna dystinum.

Fleiri føroyskir spælarar spæla nú á høgum stigi dagliga, og tað er eisini ein av orsøkunum til, at Føroyar standa sum favorittar í morgin. Tær í hópinum hava eisini góðar vónir: - Tað snýr seg um at tora at hava hendan leiklutin, staðfestir málverin Annika Fríðheim Petersen millum annað.

Hóast nógv tung úrslit hjá mótsstøðuliðunum, so rokna tær hjá Føroyum ikki við nakrar einfaldari uppgávu í Luksemborg í morgin. Dysturin byrjar klokkan 17.45 føroyska tíð - Kringvarpið vísir hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder