- Vit eru eitt sera ungt lið. Tað sum sæst á liðnum er ein stórur áhugi at spæla og at vera á landsliðnum. Landsliðið fær soleiðis eisini ment seg, tí fleiri hava møguleika at vera við í nógv ár afturat og byggja nakað gott upp. Tað er eisini mennandi fyri landsliðið og leikarar, at har er ein stór kapping at sleppa á landsliðið, og tær ungu tora at traðka til.
Soleiðis sigur Annika Fríðheim Petersen um støðuna á A-landsliðnum, sum aftur er savnað. Portalurin hevur í dag fingið orðið á 24-ára gamla landsliðsmálverjan, sum til dagliga spælir við Follo í bestu norsku deildini.
Miðalaldurin á kvinnulandsliðnum er ógvuliga lágur. Hetta merkir, at heilt stóru úrslitini kanska ikki liggja beint um hornið. men meira at menningarmøguleikarnir eru stórir. Føroyar vístu eisini góðar taktir í heimadystinum móti Íslandi í oktober, tá 2. umfar í EM-undankappingini var á skránni.
Annika og hinar hildu Íslandi á 11 málum í fyrra hálvleiki á Hálsi. Tað eydnaðist ikki at fáa stig - nú skal tað verða hjá Føroyum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Sí eisini: Fýra eru úttiknar á fyrsta sinni
Í hesari vikuni bíða greitt bestu møuleikarnir at fáa stig í EM-undankappingini. Sum Annika eisini vísir á, so kunnu dystirnir móti Luksemborg vera eitt stórt fet ímóti EM-endaspæli seinni í ár.
- Fyrst og fremst eru hesir dystirnir ein góður møguleiki at fáa stig í bólkaspælinum, umframt ein møguleiki at koma nærri at spæla seg til EM. Hetta er eitt lið. vit hava møguleika at fáa stig ímóti, og tí er týdningarmikið at vit tora at hava tann leiklutin. Vit skulu halda tolsemi í dystinum og spæla uppá okkara dygdir, so hava vit ein góðan kjans.
Hvat er tað so tit, sum tit serliga leggja dent á til dystin í annaðkvøld ?
- Vit eru noyddar at útnyttað kvikleikan á liðnum, og tí leggja vit dent á kontraspælið. Harafturat skulu vit standa tætt saman í verjuni, so vit fáa skotini har vit vilja. Í álopinum er serliga umráðandi at spæla við tolsemi.
Annika spælir til daglia í bestu norsku deildini, og málverjin sær ljóst uppá framtíðini hjá føroyska kvinnulandsliðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Føroyar spæla í Luksemborg í annaðkvøld, mikudagin 28.02. Dysturin byrjar klokkan 17.45 og sæst hjá Kringvarpinum. Heimadysturin verður spældur sunnudagin 3. mars klokkan 17. Atgongumerki til dystin kunnu keypast her.
Dystirnir hava nógv at siga, í mun til at fáa í minsta lagi 3. plássið í bólkinum og harvið møguleikan at koma til EM-endaspælið í desember. Føroyar mugu metast sum favorittar at vinna dystirnar.
Les eisini: Tveir týðandi dystir móti Luksemborg í vikuni
Hópurin:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald