Hondbóltur

Tveir týðandi dystir móti Luksemborg í vikuni

Føroysku kvinnurnar kunnu sum so tryggja sær í minsta lagi 3. plássi í EM-bólkinum næstu dagarnar. Fyrst snýr tað seg um útidystin, mikudagin klokkan 17.45.

Elsa Egholm í gjøgnumbroti móti Íslandi, sum Føroyar góvu nógv høvuðbrýggj í oktober. Hesaferð fara føroysku kvinnur at vera í favorittleikluti, og dystirnir móti Luksemborg eru umráðandi, í mun til 3. plássi (Mynd: Jens Kr. Vang)

Elsa Egholm í gjøgnumbroti móti Íslandi, sum Føroyar góvu nógv høvuðbrýggj í oktober. Hesaferð fara føroysku kvinnur at vera í favorittleikluti, og dystirnir móti Luksemborg eru umráðandi, í mun til 3. plássi (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-26 13:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag er ferðadagur hjá føroysku kvinnunum, sum mikukvøldið skulu spæla EM-undankappingardyst í Luksemborg.

Fyri Føroyar er talan um ein lykladyst í bólkinum. Tað snýr seg um í minsta lagi at enda á 3. plássi í bólkinum fyri at hava møguleikan at spæla seg til EM-endaspælið í desember. Har stendur dysturin millum júst Føroyar og Luksemborg.

Bæði hava tapt móti Svøríki og Íslandi higartil í undankappingini. Tvey tey fyrstu umførini vórðu spæld í oktober. Føroyar vóru væl við størsta partin av fyrra hálvleiki í Svøríki og so at siga allan vegin móti Íslandi á Hálsi, har okkara vóru á odda í steðginum og væl kundu havt fingið stig.

Brendir møguleikar í seinna hálvleiki kostaðu tá, og tað endaði 23-28. Luksemborg var hinvegin als ikki nær við móti Íslandi. Har var munurin 18 mál, og Svøríki vann við 22 málum í Luksemborg nakrar dagar seinni. Ítróttarstjórin í Hondbóltssambandinum, Mark Lausen-Marcher, segði eisini stutt eftir lutakastið, at "vit eru sterkari enn Luksemborg".

Sí eisini: 
Ítróttarstjórin: - Ítróttarligt og fíggjarligt gott lutakast hjá kvinnunum
Fýra eru úttiknar á fyrsta sinni
Jana og Pernille vunnu áðrenn landsliðssteðgin

[object Object]
Jana Mittún er føroyskur toppskjútti higartil í undankappingini við 10 málum. 20-ára gamla hoyvíkskvinnan spælir til dagliga á høgum stigi - við Viborg í ovaru hálvu í donsku kappingini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hóast Føroyar hava ein ógvuliga ungan hóp, so eru tríggjar við í dagsins ferðalagi, sum spæla í bestu donsku deildini: Jana Mittún, Pernille Brandenborg og Súna Krossteig Hansen. Umframt hetta spælir Rakul Wardum, ið vanliga er annar málverji, eisini í deildini. Hon hevur ein skaða í løtuni. Lív S. Poulsen spælir við Ringsted, sum er í næstbestu deildini, og fyrsti málverjin Annika Fríðheim Petersen spælir í bestu deildini í Noreg.

Føroyar hava spælarar við hægri toppstigi enn Luksemborg, og so eru menningarmøguleikarnir stórir. Tað er ikki eitt alneyðugt stig í menningini at koma til eitt endaspæl í ár, men um tað í hesari vikuni eydnast at spæla seg í góða støðu til tað, so vildi tað uttan iva verið eitt gott stig fyri føroyska kvinnulandsliðið.

Kappingarskipanin er eins og tann hjá monnum. Fýra lið eru í hvørjum undanbólki - átta bólkar eru - og tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki koma beinleiðis til EM-endaspælið í desember. Fýra teir bestu trý'ararnir koma eisini við. Harvið snýr tað seg fyrst og fremst um hjá Føroyum at enda frammanfyri Luksemborg: Um tað eyndast at vinna báðar dystirnar ella fáa minst trý stig, so kann Luksemborg so at siga ikki yvirhála Føroyar. Luksemborg hevur Svøríki og Ísland á skránni í apríl.

Um eitt 3. pláss røkkir, er ógvuliga ilt at siga beint nú. Eftir tvey umfør er tað bert Turkaland av núverandi 3'arunum, sum hevur fingið stig, og tað fer kanska at snúgva seg um málúrttøku móti tveimum teimum hægstu liðunum í bólkinum. Claus Mogensen, Simon Olsen og tær á føroyska liðnum skulu fyrst hugsavna seg um at basa Luksemborg. Útidysturin byrjar klokkan 17.45 mikudagin 28.02, og Kringvarpið vísir dystin.

Hópurin sum landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið 

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)
Silja Arngrímsdóttir Müller, Neistin - Upprunaliga: Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Vengur:
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Hervør Niclasen, Neistin

Inga Maria Roysdóttir, Kyndil
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, TMS Ringsted (DEN)

Strikur:
Brynja Symphor Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)

Bakkar:
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Elsa Egholm, H71
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Natasja Hammer, StÍF

Turið Arge Samuelsen er ikki tøk hesaferð. Karin Egholm var ein av vongspælarunum í bruttohópinum, men har vóru 17 spælarar, og tað eru bert pláss fyri 16 á dómaraseðlanum. Karin er ikki við í Luksemborg.

Sí eisini: Spennandi landsliðsmánaðir fyri framman

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder