
Fríggjakvøldið spældu Pernille Brandenborg og tær seg til DM-hálvfinalurnar eftir ein tættan og inntensan avgerandi dyst. Hetta var á Frederiksberg móti Mariu Pálsdóttir Nólsoy og Horsens, sum hava tikið øll á bóli hetta endaspælið.
Sí eisini:
Pernille skal spæla DM-hálvfinalur
Ljóð: Maria fer at taka upplivingina við sær
Tað var stórur fagnaður á teimum í svørtum. Nógvar fara annars úr København Håndbold í summar - fíggjarliga støða felagsins framyvir er óviss.
Pernille Brandenborg er ein teirra. Føroyski landsliðsliðskiparin skiftir til norska stórfelagið Storhamar.
Áðrenn tað vil stirkuspælarin enda væl í Keypmannahavn, og nú er ein stór avbjóðing fyri framman móti Team Esbjerg í hálvfinalunum.
Hoyr Pernille seta orð á millum annað tað í viðtalu við Portalin her.
Fyrsta hálvfinalan verður spæld í Esbjerg í kvøld klokkan 17.30 føroyska tíð. Hon sæst á TV2 Sport og TV2 Play-
Hetta verður fyrstu ferð at 27-ára gamla Pernille Brandenborg skal spæla hálvfinalur í danska meistarastríðnum. Síðani farið var yvir til hesa skipanina, er eingin kvinnuligur føroyskur spælari komin so langt har.
Í øllum tvær hálvfinalur skulu spælast. Tað er "best av trimum" ella "fyrst upp í tvey".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald