placeholder
Fótbóltur

Petr Cech aftur í Chelsea

Málmaðurin verður tekniskur ráðgevi í gamla felagi sínum.

Petc Cech spældi sín seinasta dyst fyri Arsenal í Europa League-finaluni móti júst Chelsea (Mynd: EPA)

Petc Cech spældi sín seinasta dyst fyri Arsenal í Europa League-finaluni móti júst Chelsea (Mynd: EPA)

2019-06-21 15:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

37 ára gamli tjekkin, Petr Cech, sum júst er givin sum málverji í felagnum Arsenal, vendir nú aftur til felagið, sum hann spældi fyri frammanundan sum ’technical and performance advisor’, sum heitið er.

Petr Cech var var 11 ár sum leikari hjá Chelsea, har hann vann 13 steyp, eitt nú Champions League og enska meistaraheitið fýra ferðir.

Í 2015 flutti hann til kappingarneytan Arsenal, og gavst sum málverji eftir at hava staðið í mál fyri Arsenal í Europa Leage finaluni móti júst Chelsea.

Uppgávan hjá honum verður nú at ráðgeva og eisini at vera bindingarlið millum besta liðið og akademiið, sum klekir ungar leikarar.

Í farnu viku veittraði venjarin, Maurizio Sarri farvæl fyri at flyta til Juventus í Italia, eftir bert eitt kappingarár. BBC skrivar, at nógv bendir á, at núverandi venjarin í Derby County, fyrrverandi Chelsea-leikarin, Frank Lampard, verður mettur vera tann, sum helst fer at taka yvir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder