Fótbóltur

Petur Knudsen er aftur í NSÍ

25-ára gamla vandamikli álopskendi spælarin hevur gjørt trý-ára sáttmála við barndómsfelagið, sum júst er flutt upp í Betrideildina aftur.

Petur Knudsen  í 2020 tá hann skoraði 16 mál og gjørdist ársins spælari í Betrideildini. Hann hevur havt nakrar møguleikar í vetur, men valið hjá Peturi fall á NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Petur Knudsen í 2020 tá hann skoraði 16 mál og gjørdist ársins spælari í Betrideildini. Hann hevur havt nakrar møguleikar í vetur, men valið hjá Peturi fall á NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-03 11:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er okkum ein stór gleði at kunngera, at ársins leikari í 2020 er komin heim aftur í gult(...) Vit duga næstan ikki at seta orð á, hvussu fegin vit eru um at síggja Petur Knudsen aftur í gulu blusuni. Tað er fantastiskt!

Tað er verulig orsøk at fegnast í NSÍ, nú felagið fyrrpartin hevur skrivað undir ein 3-ára sáttmála við ein av sínum bestu spælarum seinastu tíggju árini, landsliðsspælaran Petur Knudsen.

- Hetta er ein av bestu leikarunum í Føroyum, sum hevur valt at koma heim aftur í gulu blusuna, og tað fegnast vit stórliga um, sigur NSÍ-formaðurin Karstin Joensen við nsi.fo.

Sum ungur spældi Petur Knudsen í nærum seks ár á besta liðnum hjá barndómsfelagnum. Har spældi kviki og snildi vongurin/áleyparin júst 150 dystir í lands- og steypakapping samanlagt. Hann skeyt 55 mál og legði upp til nógv eisini. Petur hevur eisini skorað trý mál í 10 evropeiskum dystum fyri NSÍ, og er eitt av endamálunum nú, at hann verður ein av lyklaspælarunum í tí at fáa NSÍ aftur har. 

- Vit hava í eina tíð arbeitt hart fyri at fáa besta mansliðið aftur, har sum vit hoyra heima, og hetta er enn ein týdningarmikil brikkur í tí putlispælinum. Tað harða arbeiðið er ikki liðugt enn; tað er júst byrjað, sigur Karstin Joensen, í samband við at trý-ára sáttmálin millum partarnar er kunngjørdur.

[object Object]
Petur Knudsen aftur í gulum. Her síggjast hann og Karstin Joensen (Mynd: nsi.fo)

[object Object]
Petur Knudsen skifti fyri tveimum árum síðani til Lyngby úr NSÍ. Hann var við í uppflytingini úr næstbestu deildini, og spældi á vári í fjør ein stóran leiklut í at Lyngby helt sær uppi í Superliguni

Petur Kundsen fór úr NSÍ á summri 2021, tá boð vóru eftir honum úr Danmark. Hann spældi tvey ár í Lyngby - millum annað fleiri í Superliguni - áðrenn nú 25-ára gamli álopskendi spælarin royndi seg í næstbestu deildini í USA í nakrar mánaðir. Alment hevur hann Petur sagt, at hann fyrst fór at hyggja eftir møguleikum uttanlands. Har var áhugi fyri sáttmálaleysa spælaranum ymsastaðni frá - millum annað úr fleiri føroyskum feløgum. Nú er so greitt, at hann kemur heim til Løkin at spæla.

Sí eisini: Petur: - Havi víst hvørjum stigi eg kann spæla á

Ítróttarstjórin hjá NSÍ, Eyðstein Skipanes, sigur annars við heimasíðu felagsins í dag, at hópurin hjá NSÍ er við at verða klárur. NSÍ skal í ár finna sítt pláss aftur í bestu deildini, og byrjað verður við einum styrktum hópi, har Klæmint Olsen og Petur Knudsen eru komnir aftur.

- Vit hava ásannað, at tað er neyðugt at styrkja hópin, um vit skulu gera okkum galdandi í bestu deildini.Tað hevur sera stóran týdning fyri liðið, at vit nú hava fingið bæði Petur Knudsen og Klæmint A. Olsen aftur á liðið. Hetta eru okkara landsliðsleikarar, ið vit kunnu byggja liðið rundanum, sigur Eyðstein Skipanes.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder