Hvar fer Petur Knudsen at spæla ? Hendan spurningin hava fleiri fótbóltsáhugaðir føroyingar sett seinastu tíðina. Sáttmálin við Lyngby varð ikki longdur, og í summar hevur landsliðsspælarin leitað eftir felagið.
Nú er næstan alt uppá pláss, og nógv bendir á, at Petur Knudsen verður fyrsti føroyski spælarin, sum fer at spæla yrkisfótbólt í USA.
Hetta hava vit hoyrt frá góðum keldum, og nú váttar Petur tað sjálvur fyri Portalinum.
- Eg eri her yviri í El Paso beint nú og venji við hópinum. Vit eru samdir um alt viðvíkjandi sáttmála, men eg má bíða til at visa er góðtikið, áðrenn eg kann spæla dystir.
Tað vil siga, at bert tað síðsta manglar í, so er Petur Knudsen El Paso-spælari. Felagið er í USL Championship, sum er næstbesta deildin í USA. Fyrrverandi AB-miðverjin Eric McCue er í felagnum, tað er veruliga yrkisfótbóltur, og stigi sigst at vera rímiliga høgt, hóast talan ikki er um fremstu deildina.
Talan er um ein sáttmála fyri restina av 2024, men um partarnir eru nøgdir við tíðina, so verður tað longt.
- Sáttmálin er fyri hetta árið út, við einum møguleika at leingja við einum ári, um bæði eg og felagið eru við uppá tað, sigur Petur Knudsen.
25-ára gamli álopskendi spælarin úr Saltangará gjørdi tað væl í Superliguni í vár. Í juni byrjaði hann inni á A-landsliðnum á fyrsta sinni, og nú skal hann helst royna okkurt heilt nýtt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald