Håkan Ericsson hevur fyri lítlari løtu síðani kunngjørt hópin til dystirnar móti Moldova, Eysturríki og Skotlandi. Talan er um fyrstu dystirnar í undankappingini til HM 2022. Dystirnir verða leiktir ávíkavist 25. mars, 28. mars og 31. mars - allir eru á útivølli.
24 leikarar eru í hópinum. Avdúkað varð eisini, at ein afturat kemur, um felagið leysgevir hann. Landsliðsvenjarin avdúkaði í samrøðu við FM1, at talan er um Ára Mohr Jónsson, sum skoraði í seinasta Nations League-dystinum á Malta. Allir hinir landsliðsleikararnir, ið spæla í Noreg, eru tøkir, men Sandnes Ulf hevur ikki tikið støðu enn, tí sóttarhaldsreglugerðin í Noreg kann órógva nógv.
Ársins leikari í føroysku kappingini í fjør er ímillum teir 24 á listanum. Petur Knudsen er nú ov gamal til U21-landsliðið, har hann í fjør heyst veruliga gjørdi vart við seg. Sama er galdandi fyri KÍ-liðformannin, Jákup Biskopstø Andreasen. Hesir báðir verða helst fastir fúsar á A-landsliðnum framyvir.
Håkan Ericson til tíðindafundin (Mynd: Sverri Egholm)
Petur Knudsen og Jákup B. Andreasen eftir seinasta dyst teirra á U21-landsliðnum - hann endaði við 3-2 sigri í Kasakstan (Mynd: FSF)
Tróndur Jensen fyri nýggja felag sítt móti gamla felagnum í stórsteypadystinum (Mynd: Sverri Egholm)
28-ára gamli Tróndur Jensen hevur verið úttikin til A-landsliðið nakrar ferðir seinastu árini, og nú er nýggi NSÍ-leikarin við aftur. Havnarmaðurin er veruliga komin fyri seg eftir álvarsama knæskaðan, ið hann fekk á heystið.
Annars er hópurin sera líkur teimum, ið vit sóu til Nations League- og venjingardystirnar í heyst. Tíggju leikarar hava sína dagligu gongd uttanfyri Føroyar - fjúrtan eru knýttir at heilmigum feløgum.
Hópurin:
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds BK (Noreg)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, Vejle (Danmark)
Daniel Johansen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk (Írland)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Rógvi Baldvinsson, Bryne (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Patrik Johannesen, Egersunds (Noreg)
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg (Svøríki)
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Dan í Soylu, HB
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Tróndur Jensen, NSÍ
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Petur Knudsen, NSÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (Týskland)
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne (Noreg)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald