Fótbóltur

Petur Knudsen er nú aftur á vøllinum

Hann hevur ikki spælt dyst í næstan níggju mánaðir, men 24-ára gamli álopskendi Lyngby-leikarin sigur við Eysturoyarportalin, at hann nú einki merkir til skaðan, og at hann skjótt fer at spæla venjingardyst.

Síðsta summar varð Petur Kundsen skurðviðgjørdur fyri

Síðsta summar varð Petur Kundsen skurðviðgjørdur fyri "sportsbrok"

2023-01-18 16:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ársins leikari í føroyskum fótbólti 2020 skifti á sumri 2021 til Lyngby, sum tá spældi í næstbestu donsku deildini. Petur Knudsen gjørdi bart og skoraði seks mál í fyrru hálvu og byrjaði eisini inni í nøkrum dystum. Eftir vetrarsteðgin vóru minuttirnir nakað færri í talið, men føroyingurin var við í hvørjum dystarhópi, til hann fekk skaðatrupulleikar.

Síðsta summar varð Petur Kundsen skurðviðgjørdur fyri "sportsbrok". Eftir hetta var neyðugt við langari uppvenjing, og tískil hevur Petur ikki enn havt møguleika at spæla í Superliguni, har Lyngby er í løtuni.

Tað gongur tó væl, og nú nærkast. Petur Knudsen upplýsir í dag fyri Eysturoyarportalinum, at hann fyri nøkrum døgum byrjaði at venja aftur við fullari ferð, og at hann einki merkir til skaðan. Uppvenjingin hevur eisini gingið væl.

Sambært eyp.fo verður 24-ára gamli álopskendi leikarin úr Saltangará helst á vøllinum fyri Lyngby BK, tá liðið um tíggju dagar, leygardagin 28. januar, spælir ímóti Hillerød.

Petur Kundsen hevur ikki spælt síðani 22. apríl. Hann hevur sáttmála við Lyngby til og við endan av kappingarárinum; t.v.s til í summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder