Hann hevur gjørt vart við seg í Lyngby seinastu mánaðirnar. Hann er tann spælarin í føroyska A-landsliðshópinum, sum hevur spælt á hægst stigi síðsta árið, og nú fær Petur Knudsen - ársins spælari í føroysku kappingini í 2020 - møguleikan frá byrjan. Hetta millum annað frammanfyri Klæmint Andrasson Olsen, ið Petur kennir heilt væl, og sum hevur skorað nógv landsliðsmál síðstu árini.
Hósdagin segði 25-ára gamli maðurin úr Saltangará við Portalin, at hann kendi, at hann nú hevur prógvað seg á høgum stigi, og at hann eisini er til reiðar at gera tað fyri A-landsliðið.
Les eisini: Petur Knudsen: - Havi mátt og evni at gera mun á høgum stigi
Petur Knudsen verður einsamallur maður í føroyska álopinum. Jóannes Bjartalíð er aftur á miðvøllinum - hann er til høgru.
Sum væntað spæla Føroyar við trimum miðverjum: Odmar Færø og Heina Vatnsdal úr KÍ, og Gunnar Vatnhamar. Á vongbakkunum eru royndu Gilli Rólantsson og Viljormi Davidsen. Teitur Matras Gestsson er aftur millum stengurnar. Málverjin hevur ikki verið tøkur fýra teir síðstu dystirnar.
Á bonkinum er tað millum eyðsæð hvat navn manglar: Pláss er fyri 12 útskiftarum, t.v.s., 11 á dómaraseðlanum, og 24 spælarar eru í hópinum. Brandur Hendriksson Olsen, ið júst er komin fyri seg eftir knæskaða, ikki er á listanum.
Mynd: UEFA
Føroyar (5-4-1): Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen (L) - Jóannes Bjartalíð, René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen, Sølvi Vatnhamar - Petur Knudsen.
Á bonkinum eru: Mattias Lamhauge, Bárður á Reynatrøð, Hanus Sørensen, Sonni Ragnar Nattestad, Hørður Askham, Rógvi Baldvinsson, Andrass Johansen, Magnus Egilsson, Stefan Radosavljevic, Klæmint Olsen, Hannes Agnarsson og Jóan Símun Edmundsson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald