
Í seinastu viku var Petur Knudsen og royndarvandi hjá liðnum, sum Heimir Guðjónsson nú er venjari hjá. Hann hevur eisini fyrr í vetur vant við liðnum, sum íslendski venjarin stóð á odda fyri í 2019 og 2018.
Annars hevur Petur vant og spælt venjingardystir við NSÍ, men hann hevur ongan sáttmála við barndómsfelagið fyri komandi kappingarár.
Álopskendi og tekniskt sera sterki leikarin er í gongd við at taka avgerðu um sína framtíð
- Vónandi kemur mín fótbóltsframtíð uppá pláss síðst í vikuni ella fyrst í næstu viku. Eg havi nøkur konkret tilboð; bæði uttanlanda og í Føroyum
Hetta sigur Petur Knudsen við Portalin. Hann sigur, at hann nú roynir at taka støðu til, hvat er tað rætta fyri hann.
Í fjør skoraði Petur Kundsen 8 mál í Betrideildini og legði upp til 13. Hann verður ein stórur missur í spælinum hjá NSÍ, um hann ikki heldur fram í felagnum. Petur hevur, síðani sína debut á heysti, 2015 spælt 118 dystir fyri besta liðið hjá NSÍ og hevur skorað 31 mál - millum annað tvey frísparksmál í Europa League. Í 2017 varð Petur Knudsen steypavinnari við NSÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald