2019-06-19 07:36
Michel Platini varð í gjáramorgun tikin av løgregluni í útjaðaranum av Paris. Fyrstu tíðindini ljóðaðu at fyrrverandi forsetin í UEFA var handtikin undir illgruna fyri mutur í samband við at Katar vann kappingina um HM-endaspælið í 2022.
Men sambært sakføraranum hjá Platini er hetta ikki rætt.
- Hann hevur einki gjørt galið. Hann hevur einki av gera við sakina, sum hann einki kennir til, sigur talsmaður fyri Platini.
Sambært fronskum miðlum varð Platini handtikin í Nanterre. Reuters skrivar at Platini varð avhoyrdur av fronsku løgregluni. Hann varð í nátt leyslatin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald