Trífaldi Ballon d’Or-vinnarin, 70 ára gamli Michel Platini, hevur nú reist rættarmál móti altjóða fótbóltsforsetanum Gianni Infantino, skrivar týska tíðindastovan DPA.
Skuldsetingin gongur aftur til 2015, og snýr seg um, at Infantino og fólk rundan um hann skulu hava svertað umdømið hjá Platini við tí endamáli at hann ikki skuldi kunna gera seg galdandi at gerast forseti í altjóða fótbóltssamgonguni, Fifa.
Um tað mundi var Michel Platini forseti í evropeisku fótbóltssamaonguni, Uefa, og Infantino var tá aðalskrivari í Uefa. Platini mátti gevast í royndini at yvirtaka forsetastarvið eftir táverandi forsetan, Sepp Blatter, tí hann var útihýstur frá fótbólti fyri brot á etisku fótbóltsreglarnar.
Seinni eru bæði Platini og Blatter frídømdir fyri mutur á tveimum rættarstigum í Sveis.
Tíðindini um rættarsóknina hjá Platini móti Infantino koma júst, sum HM-kappingin í Norðuramerika verður skotin í gongd.
Fyrsti dysturin í HM-kappingini verður spældur hósdagin.
![]()
Gianno Infantino, Fifa-forseti við HM-steypinum, sum byrjar hesa vikuna í Meksiko, USA og Kanada við luttøku av 48 londum (Mynd: Sam Hodde/AFP/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald