Talan er um fyrsta part av "høvuðsundankappingini". Fyri tólv døgum síðani tryggjaði føroyska A-landsliðið sær pláss í hesum umfarinum, ið verður miðskeiðis í mars.
Eftir bólkaspælið í EM-endaspælinum varð greitt, at hesi liðini vóru styrkismett til hetta umfarið í HM-undankappingini:
Bosnia, Eysturríki, Hvítarussland, Litava, Norðurmakedónia, Portugal Slovakia, Slovenia, Ukraina (Pottur 1)
Talan er um tey níggju liðini, ið endaði á plássunum frá 24 til 16. Sterk mótstøða verður tað óansæð hvat, tó at onkur lið helst hóska betri til Føroyar, ið eru eitt av átta liðum, ið vann sær víðari luttøku í undan-undankappingarbólki miðskeiðis í mánaðinum. Níggjunda liðið, Sveis, var tað hæst styrkismetta, ið ikki vann seg í EM-endaspælið.
Belgia, Estland, FØROYAR, Finnland, Grikkaland, Ísrael, Italia, Rumenia, Sveis
Nú er tað HM-undankappingin, tað snýr seg um. Í Budapest í morgin verður eisini trekt um, hvat lið hevur heimavøll fyrst. Fyrri dysturin verður 16. ella 17. mars - tann seinni verður 19. ella 20. mars.
Nú er eisini greitt, at hesi liðini eru møguligi mótstøðuliðini í 2. umfari - hetta umfarið verður miðskeiðis í apríl:
Taparin av Ísrael - Noreg leygardagin, Týskland, Kroatia, Russland, Niðurlond, Montenegro, Kekkia, Serbia og Ungarn
Hetta eru liðini, ið endaðu á plássunum 7 til 15 í EM, og taparin av Noreg - Ísland leygardagin endar nummar seks. Harvið verður talan um ikki hissini mótstøðu, um liðið hjá Peter Bredsdorff-Larsen vinnur samanlagt í mars. Føroyar vunnu tó á Kekkia í apríl í fjør og spældu javnleik í Montenegro í 2018 - í báðum førum í EM-undankappingardysti.
Lutakastið í morgin fevnir um bæði umførini, og EHF stroymir tað. Tað byrjar klokkan 12.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald