Hondbóltur

Polendingarnir vóru ov sterkir

Okkara málverjar fingu tíverri ikki gongd á sínar bjargingar, og tað var helst høvuðsorsøkin til, at tað ikki eydnaðist okkum at standa polendingum kurl í kvøld.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-15 18:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eins og venjarin, Peter Bredsdorff Larsen ávaraði um frammanundan, so er Poland eitt sterkt lið við stórum og sterkum einstaklingum.

Og tað vísti seg, at tað vóru teir báðir, sum frammanundan vóru útpeikaðir sum lyklaleikarar, ið drupu føroyska spælið.

Vinstri bakkurin Szymon Sicko skoraði 10 mál í 11 royndum og strikuspælarin Kamil Syprzak 9 í 11 royndum. Fleiri av málunum vóru upp á brotskast.

 Men eisini polski málverjin stóð væl, tók 11 av 35 skotum, ið gevur eitt bjargingarprosent upp á 31,4.

Føroysku málverjarnir hinvegin høvdu ikki tann besta dagin í dag. Pauli Jacobsen tók 3 av 24 og Nicholas Satchwell tók 3 av 13.

Men vit vunnu greitt dystin um áskoðaraplássini, og so varð Elias Ellefsen á Skipagøtu enn einaferð, og væl uppiborið, valdur til dagsins leikara.

[object Object]

Føroysku málverjarnir fingu ikki gongd í bjargingarnar í kvøld, tíverri (Mynd: Sverri Egholm)

Við hesum er spenningurin eisini av í bólki D.

Polski sigurin gjørdi, at Føroyar misti sín møguleika at koma víðari. Poland hevði longu undan dystinum spilt sín kjans.

Sostatt er ongin spenningur meira. Dysturin millum Slovenia og Noreg verður ein dystur um at enda á fyrsta plássi og harvið fáa fleiri stig við í millumrunduna.

[object Object]
Dagsins leikari, Elias Ellefsen á Skipagøtu (Mynd: Sverri Egholm)

Hagtøl frá dystinum

Dystargongdin:

5 min: 3-3
10 min: 6-5
15 min: 9-8
20 min: 11-10
25 min: 13-13
30 min: 15-15

35 min: 17-18
40 min: 19-20
45 min: 20-20
50 min: 25-26
55 min: 26-28
60 min: 28-32

Bjargingar:

Nicholas Satchwell 3/13 = 23 prosent
Pauli Jacobsen 3/24 = 12,5 prosent

Samanlagt 6 føroyskar bjargingar

(Pólski málverjin hevði 11 bjargingar (31 prosent)

Útvísingar:
Føroyar: 5
Pólland: 6

Føroyskir málskjúttar:

Hákun West av Teigum 10 (8)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Vilhelm Poulsen 2
Rói Berg Hansen 2
Óli Mittún 2
Teis Horn Rasmussen 1
Helgi Hildarson Hoydal 1
Leivur Mortensen 1

(Brend skot: 14)

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði flest assist - næstseinastu hond á - og varð kosin til dagsins spælara. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder