Pólland vann eftir tógvið stríð 2-0, tá Føroyar vitjaðu stóra leikvøllin í Varsjava fyri viku síðani. Tá vóru pólska liðið og venjarin kroyst. Fernando Santos varð settur eftir HM-endaspælið í fjør, men 68-ára gamli venjarin er ikki longur í sessinum.
Santos vann EM við heimlandinum í 2016, men portugisiski venjarin hevur tapt tríggjar av teimum fimm undankappingardystunum í ár. 3-1 tapið í Kekkia var ikki tann besta byrjanin, og tvey mál fóru inn fyrstu minuttirnar. Tað var tó eingin "vanlukka", men at tapa 3-2 í Moldova eftir 2-0 leiðslu og so 2-0 í Albania sunnudagin í lykladysti kostaði. Í gjár varð kunngjørt, at venjarin var uppsagdur.
Fernando Santos kom í andglettin, og tapið í Albania sunnudagin avgjørdi endaliga, at hann misti starvið í Póllandi (Mynd: EPA)
Pólland hevur vunnið heimadystirnar á Albania og Føroyum, umframt ein venjingardyst móti Týsklandi, men tað sær heldur tungt út í mun til at koma til EM næsta ár. Liðið skal í øllum førum allarhelst vinna sínar seinastu tríggjar dystir - millum annað á Tórsvølli 12. oktober.
Hvør verður venjari tá er ikki avgjørt tá. Tað verður tó helst ein póllendingur, sambært pólskum miðlum.
Støðan í EM-undankappingarbólki G eftir 5. umfar:
1. Albania 10 stig
2. Kekkia 8 stig
3. Moldova 8 stig
4. Pólland 6 stig
5. Føroyar 1 stig
12. oktober: Føroyar - Pólland
Atgongumerki fáast her
Pólland og Føroyar dystast aftur skjótt (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald