Fótbóltur

Portugal fyrsti vinnari av Nations League

Gonsalo Guedes skoraði einsamalla málið, tá ein tími varð leiktur, og Portugal vann fult uppiborið finaluna á heimavølli.

Guedes saman við Cristiano Ronaldo eftir einsamalla málið í finaluni (Mynd: EPA)

Guedes saman við Cristiano Ronaldo eftir einsamalla málið í finaluni (Mynd: EPA)

2019-06-09 22:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2004 tapti Portugal yvirraskandi EM-finaluna á heimavølli fyri Grikkalandi. Hetta var eitt stórt slag á sjálvsvirði hjá portugisum, ið tá ikki megnaðu at vinna sítt fyrsta stóra steyp. Liðið var tá sera sterkt við millum annað Carvalho, Figo, Deco og einum ungum Ronaldo. Fyri trimum árum síðani glapp tað hjá Portugal, tá liðið vann EM í Fraklandi. Í kvøld eydnaðist tað so aftur at fáa hendur á eitt steyp, tá Portugal vann 1-0 á Holland í fyrstu Nations League-finaluni. Hetta var á Estadio do Dragao í Porto, har Ronaldo og co. syrgdu fyri, at teir flestu áskoðarnir kundu fegnast stórliga eftir seinasta bríksl.

Holland vann á Onglandi eftir longda leiktíð í hálvfinaluni hóskvøldið, og hevði harvið havt eitt stórt samdøgur minni frí og hevði spælt longri enn Portugal, ið vann 3-1 á Sveis mikukvøldið. Hetta sást í finaluni í kvøld, har heimaliðið spældi við nógv meira orku og yvirskoti. Tað kom ikki óvart á, at Holland hevði bóltin nakað meira, men Portugal var greitt meira vandamikið, og í 1. hálvleiki vóru millum annað Ronaldo og Bernardo Silva tætt við, og Portugal var greitt omaná.

Hollendska liðið hevði bert eitt skot uppá mál í dystinum og kom ongantíð heilt nær við at hótta Portugal. Heldur ikki eftir góða málið hjá áleyparanum Goncalo Guedes, har Portugal revsaði teir í appelsinlittum. Heimaliðið var tættari uppá at skora seinasta hálva tíman, men koyrdi sigurin heim og harvið tryggjaði Fernando Santos aftur sínum liðið eitt steyp, og hesaferð snávaði Portugal ikki í finalu á heimavølli. Nations League er ikki eins stórt sum EM, men liðið av iberisku hálvoynni kom ósigrað ígjøgnum seks dystir móti Italia, Póllandi, Sveis og nú Hollandi, har liðið vann fýra av teimum dystunum.

Ongland vann fyrr í dag dystin um triðja plássið eftir brotssparkskapping móti Sveis, har málverjin Jordan Pickford gjørdist hetjan. Komandi vár verða avgerandi dystirnir í hinum trimum deildunum, har pláss til EM eru uppá spæl fyri liðini, ið ikki megna at kvalifisera seg ígjøgnum undankappingina.

UEFA Nations League, Deild A
Finalan á Estadio do Dragao, Porto
Portugal - Holland 1-0 (0-0)  
59' Goncalo Guedes 1-0 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder