2. umfar í bólkaspælinum er av, og við dystinum í kvøld er greitt, at Portugal er víðari sum vinnari av bólkinum, og at øll liðini í bólki E hava trý stig undan síðsta umfari.
Stjørnuáleypararnir hjá Portugal og Belgia skoraðu heldur ikki í kvøld, men Ronaldo og Lukaku løgdu væl upp, og serliga Lukaku var sjónligur í væl betri avrikið hjá Belgia enn ímóti Slovakia (0-1)
2-0 sigurin var ikki eitt mál ov lítil, hóast Rumenia hótti nakrar ferðir. Belgia kom á odda í 2. minutti og hevði nógvar vandamiklar støður, umframt at Romelu Lukaku fyri triðju ferð í EM fekk mál kolldømt (petti av stóru táini og knæið var í rangstøðu)
Stórur spenningur undan seinasta umfari í bólkinum. Portugal hevur vunnið bólk F, meðan Turkaland og Kekkia skulu spæla eina "finalu" um 2. plássið. Hetta er greitt eftir dagsins úrslit.
Portugal var sannførandi í dag, meðan Turkland gjørdi nógv mistøk - millum annað serliga sjálvmálið til 2-0 málið. Dysturin varð annars órógvaður fimm ferðir, tí spentir áskoðarar vildu inn á vøllin at taka mynd saman við Cristiano Ronaldo. Vaktarhaldið undir endaspælinum kundi verið betri.
EM 2024 - annað umfar í bólkaspælinum
Í dag, leygardagin 22. juni
Belgia - Rumenia 2-0 (1-0)
Í gjár, fríggjadagin 21. juni
Slovakia - Ukraina 1-2 (1-0)
Bólkur E:
1. Rumenia 3 stig
2. Belgia 3 stig
3. Slovakia 3 stig
4. Ukraina 3 stig
Leygardagin 22. juni
Georgia - Kekkia 1-1 (1-0)
Les eisini: Søguligt stig í Hamborg
Turkaland - Portugal 0-3 (0-2)
Bólkur F:
1. Portugal 6 stig
2. Turkaland 3 stig
3. Kekkia 1 stig
4. Georgia 1 stig
Avgerðin í hesum bólkunum fellur mikukvøldið 26. juni. Í annaðkvøld byrjar 3. umfar, og er tað bólkur A - bólkuni hjá Týsklandi - sum verður endaliga avgjørdur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald