Hondbóltur

Portugal stinnari úr sjey metrum

Aftur í dag taptu føroysku U19-menninir eftir hart stríð og nógv drama. Brotskøst skuldu til, og har gjørdist greitt, at Føroyar ikki kunnu røkka topp-fimm í HM.

Óli Mittún skoraði 10 mál og hann og liðfelagarnir stríddust manniliga. Tað rakk tó akkurat ikki til søguligt úrslit (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

Óli Mittún skoraði 10 mál og hann og liðfelagarnir stríddust manniliga. Tað rakk tó akkurat ikki til søguligt úrslit (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

2023-08-11 13:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Enn ein dagur, enn ein tættur, langur og dramatiskur dystur í Varazdin, aftur flottur stríðsvilji frá okkara U19-monnum, men aftur taptu Føroyar.

Tað stóð annan dagin á rað á jøvnum eftir 60 minuttir. Hesaferð varð farið beinleiðis til brotskøst, og har vóru Føroyar á sigurskós eftir trý mál á rað og tvær bjargingar frá Aleksandar Sasha Lacok. Síðani brendu okkara tvey á rað, og eftir nøkur eyka brotsspørk sló portugisiski málverjin til.

Tað var greitt frá byrjan, at har var talan um tvey heldur moyr lið, og har týdningurin ikki var júst eins stórur sum í fjórðingsfinalunum í gjár. Verjuspælið var sum so ikki nakað av reypa av gjøgnum dystin, hóast tað skiftisvís eydnaðist rímiliga væl hjá liðnum at tálma hvørjum øðrum nakað. Kanska var orkan ikki til takklingar og annað, og skjótt og effektivt álopsspæl var í hásæti.

Okkara høvdu lítið av trupulleikum við at spæla seg til upplagdar málmøguleikar fyrstu løtuna, og serliga var Ísak Vedelsbøl eitt sterkt vápn. Hann skoraði tíggju útav ellivu skotum, umframt tvey brotskøst seinni, og gekk saman við Óla Mittún á odda við málskjótingini. Aðrir vóru tó væl við, og sum heild varð skift meira út í dag. Tíverri noyddist Rókur Ziskason út við skaða í fótinum tíðliga í dystinum.

[object Object]
Rókur Ziskason hevur verið umráðandi spælari í endaspælinum. Hoyvíkingurin hevur havt trupulleikar við skaða í fótinum fyrr í ár og í fjør, og tíverri hendi okkurt við fótinum í dag, so hann noyddist út (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

[object Object]
Føroysku viðhaldsfólkini í Kroatia hava verið ógvuliga trúgv og larmandi (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

Eftir at tað hevði ligið meira til Føroyar tíðliga í 2. hálvleiki, tók Portugal yvir, og eftir nøkur føroysk mistøk og vantandi evni til at støðga Portugal miðskeiðis í hálvleikinum, sá tað út til at koppa hinvegin. Okkara reistust tó og fingu tryggjað longda leiktíð við góðum stríðsanda og spæli. Eftir at fáar bjargingar høvdu verið gjøgnum dystin, hevði tann portugisiski málverjin havt nakrar stórar í 2. hálvleiki, men móti endanum var tað Leivur Joensen - ið vardi føroyska málið meginpartin av dystinum - ið hevði tvær umráðandi bjargingar.

Í brotsskastskappingini lá tað til Føroyar, men síðani brendu vengurnir - Rói Seyer Hjaltason (stongin) og Niklas Gaard (stórbjarging), ið annars høvdu verið tryggir. Portugal helt fram at skora, áðrenn málverji teirra pilkaði skot frá Jákupi Egholm, so at teir í hvítum í dag kundu fegnast.

Portugal skal spæla um 5. plássið. Føroyar mistu møguleikan at skriva føroyska hondbóltssøgu og fáa hægsta plássið í slíkum HM-endaspæli nakrantíð. Tó vístu ungu menninir eftir stóra vónbrotið í gjár, at tað framvegis er góðska og nógvur vilji í teimum.

Sunnudagin á middegi er síðst dysturin í kappingini hjá Føroyum. Hann verður um 7. plássið. Mótstøðuliðið verður Noreg ella Týskland - taparin av dystinum millum tey liðini í dag.


U19 HM-endaspæl - kappingin um 5. plássið
Varazdin Arena
Føroyar - Portugal 40-41 eftir brotskøst (35-35 eftir vanliga leiktíð)

Dystargongdin:
5 min: 4-3
10 min: 7-6
15 min: 9-10
20 min: 13-13
25 min: 16-16
30 min: 17-19
35 min: 22-20
40 min: 24-21
45 min: 28-26
50 min: 29-31
55 min: 31-32
60 min: 35-35

Brotskøst: 5-6 eftir átta brotskøst hvør.

Málskjúttar hjá Føroyum (brotskastkapping ikki tald við):

Ísak Vedelsbøl 10
Óli Mittún 10 (3)
Búi Djurhuus Poulsen 4
Trúgvi Hávardsson 3
Rói Seyer Hjaltason 3
Óla Jákup Gaard Olsen 2
Niklas Gaard 2
Rókur Ziskason 1

Málverjar:
Leivur Joensen 28 prosent
Aleksandar Lacok 12 prosent


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder