
Í januar hevur EB/Streymur longt sáttmálan við fleiri leikarar og fingið tríggjar nýggjar leikarar til felagið.
Í gjárkvøldið kunngjørdi EB/Streymur, at verjuleikarin, sum spældi sín fyrsta dyst í bestu deildini í 2010, aftur spælir í 2020.
Tað hevur annars verið nakað av ivamáli um tað, tí 29-ára gamli leikarin vandi ikki við frá byrjan, og hevur ikki spælt í nøkrum venjingardystinum. Nú hevur hann tó, eins og beiggin Árni G. Olsen í seinastu viku, skrivað undir ein nýggjan sáttmála. Nú tykist hópurin hjá EB/Streymi at vera endaliga uppá pláss, ella í øllum førum heilt nær við.
Poul Grunnveit Olsen hevur sambært FaroeSoccer spælt 64 dystir í Betrideildini og 155 í 1. Deild, harav 25 við besta liðnum hjá EB/Streymi í 2018 og 24 við besta liðnum hjá Skála í 2015.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald