Fótbóltur

Premier League aftur á skránni í dag

Fjórða umfar í bestu ensku fótbóltsdeildini verður í dag. Her sæðst dystarskráin.

2018-09-01 10:49 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í dag byrjar fjórða umfarið af Premier League, tá Leicster City og Liverpool bresta saman. 

Liverpool er komið rættiliga væl frá byrjan og hevur fult stigatal eftir tríggjar dystir og liggur á einum deildum fyrstaplássi við trý onnur lið. Leicester hevur vunnið tveir av trimum dystum, og Liverpool má eisini sigast at vera favorittur til dystin í dag. 

Chelsea, sum eisini hevur fingið fult stigatal møtir Bournemouth í dag, har teir eisini mugu sigast at vera favorittar at vinna dystin. 

Klokkan 17.30 spæla Manchester City og Newcastle. Meistararnir frá í fjør skulu reisa seg, eftir at teir bara megnaðu at spæla javnleik í síðsta umfarinum. 

Manchester United møtir Burnley í morgin. Mourinho, venjarin hjá United, er trýstur, tí hann hevur einans hevur vunnið ein dyst higartil í ár. Seinasta umfar spældu Manchester United ímóti Tottenham, sum vann 3-0. 

 

Dystir í dag:

kl: 12.30
Leicester City -  Liverpool

kl: 15.00
Brighton & Hove Albion -  Fulham

Chelsea - AFC Bournemouth

Crystal Palace - Southampton

Everton - Huddersfield Town 

West Ham United - Wolverhampton Wanderers

kl: 17.30

Manchester City - Newcastle United 

Dystir í morgin:  

kl: 13.00
Cardiff City - Arsenal

kl: 16.00
Burnley - Manchester United 

Watford - Tottenham Hotspur 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder