Fótbóltur

Premier League: Ógvuliga týdningarmiklir dystir seinnapartin

Lagt er upp til spennandi uppgerðir, ið hava nógv at siga í stríðnum um meistaraheitið og topp-fýra.

City og Arsenal skulu stríðast um stigini í dag
(Mynd: EPA)

City og Arsenal skulu stríðast um stigini í dag (Mynd: EPA)

2019-02-03 11:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sjey teir fyrstu dystirnir í 25. umfari í Premier League vórðu í gjár. Chelsea vann stórsigur, Tottenham fekk týdningarmikil stig í oddinum, og Crystal Palace og Cardiff vunnu týdningarmiklar sigrar í botninum

Tottenham - Newcastle 1-0
Brighton - Watford 0-0
Burnley - Spouthampton 1-1
Chelsea - Huddersfield 5-0
Crystal Palace - Fulham 2-0
Everton - Wolves 1-3
Cardiff - Bournemouth 2-0 

Í dag eru hesir báðir dystirnir á skránni: 

14.05: Leicester - Manchester (TV3 +)

16.30: Manchester City - Arsenal (6'eren)

Arsenal og United jagstra Chelsea og 4. plássið. Í dag eru truplar uppgávur á útivvølli, serliga hjá Arsenal ið er á vitjan hjá City, ið roynir at yvirhála Tottenham aftur og minka um munin til Liverpool. Lagt er upp til ein spennandi dyst, har City er favorittur.

Leicester hevur arga topp-seks liðini í ár; mikudagin tók liðið stig frá Liverpool á Anfield. Solskjær og United mistu fyri fyrstu ferð stig týskvøldið, men skulu nú hava trý stig aftur fyri at fylgja við í stríðnum um Champions League pláss.

Stigatalvan sær soleiðis út í løtuni:

1

Liverpool

 

61 stig

2

Tottenham Hotspur 

 

57 stig

3

Manchester City

 

56 stig

4

Chelsea

 

50 stig

5

Arsenal

 

47 stig

6

Manchester United

 

45 stig

7

Wolverhampton Wanderers

 

38 stig

8

Watford

 

34 stig

9

Everton

 

33 stig

10

AFC Bournemouth 

 

33 stig

11


Leicester City

 

32 stig

12

West Ham United

 

31 stig

13

Brighton & Hove Albion

 

27 stig

14

Crystal Palace

 

27 stig

15

Newcastle

 

24 stig

16

Southampton

 

24 stig

17

Burnley

 

24 stig

18

Cardiff City

 

22 stig

19

Fulham

 

17 stig

20

Huddersfield Town

 

11 stig

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder