FC Suðuroy spælir í 2024 í næstbestu deildini sum uppflytari, men við seinastu undirskriftunum líkist liðið meira og meira einum góðum boði uppá ein uppflytara til Betrideildina.
Í síðsta mánaða varð kunngjørt, at venjarin Pól Thorsteinsson og útlendsku profilarnir úr halda fram. Hesir tríggir hava eydnast ógvuliga væl higartil. Teir flestu av teimum ungu og lokalu sum hava gjørt mun, hava eisini longt sáttmálan.
Nú er greitt, at tríggir miðvallarar við nógvum royndum úr Betrideildini venda aftur til FC Suðuroy. Í gjárkvøldið vóru tveir fyrrverandi TB-liðformenn kunngjørdir:
- Úti gott, heima best. Vit stórfegnast um at kunngera, at Salmundur Bech og Dánjal Godtfred hava valt at koma heim aftur til FC Suðuroy. Talan er um 2-ára sáttmálar. Salmundur og Dánjal, sum í dag eru 27-ára gamlir, fingu báðir debut á besta liðnum hjá FC Suðuroy í 2012, og hava teir sínamillum góðar 500 dystir í Betri og 1. deild. Talan er tískil um tveir royndar leikarar, sum nú leggjast avtrat okkara hópi.
Harvið koma tveir ógvuliga dugnaligir miðvallarar aftur til FC Suðuroy í "bestu fótbóltsárum". Dánjal og Salmundur eru eru uppvaksnir í VB/FC Suðuroy.
Tað er John Villi Wøldike Leo eisini. Meira álopskendi miðvallarin hevur umboðað TB síðani 2019 - umframt Vejgaard í Aalborg eitt stutt skifti í tíðarskeiðinum. Fyri stuttum gjørdi greitt, at vágbingurin vendir aftur. Hann hevur spælt 120 dystir í Betrideildini og skal royna at fáa liðið upp aftur
John Villi í dysti fyri TB (Mynd: Sverri Egholm)
Dánjal Godtfred (t.v) og Salmundur Bech (t.h) hvør sínumvegin formannin hjá FC Suðuroy (Mynd: FC Suðuroy)
Dánjal Godtfred hevur umboðað EB/Streym seinastu tvey árini. Áhugi var fyri sterka miðvallaranum ymsa staðni frá, men hann hevur valt at koma heim aftur til FC Suðuroy.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald