Fótbóltur

Queiroz skal stjórna Kolumbia

65-ára gamli portugisin, sum hevur eina fortíð í Manchester United og Real Madrid, er nú settur sum venjari í Kolumbia.

Carlos Queiroz sigst at hava havt stóran leiklut í menningini hjá Cristiano Ronaldo

Carlos Queiroz sigst at hava havt stóran leiklut í menningini hjá Cristiano Ronaldo

2019-02-07 20:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann var í tveimum førum hjálparvenjari hjá Sir Alex Ferguson í Manchester, har hann var við til at menna United og vinna nógv steyp. Ímillum tíðarskeiðini í Onglandi stóð hann á odda fyri Real Madrid, ið hevði alskyns stjørnur sum Zidane, Figo, Ronaldo, Beckham og Raul á liðnum.  2003-2004 kappingarárið eydnaðist tó ikki so væl í spanska høvuðstaðnum, men Carlos Queiroz hevur áður staðið seg sera væl sum venjari hjá ungdómslandsliðum hjá Portugal og seinast sum landsliðsvenjari hjá Iran. 

65-ára gamli venjarin hevur eisini staðið á odda fyri landsliðunum hjá Suður Afrika og hjá heimlandinum, Portugal. Nú skal hann royna seg í Suður Amerika. Hann gerst harvið einasti evropein, ið stendur á odda fyri einum suðuramerikonskum liðið.

Tað hevur seinasti mánaðirnar ligið í kortunum, at Carlos Queiroz fór at taka yvir fyri Jose Pekerman, ið fór úr starvinum í september. Bíðað var til Asian Cup var av, tí Quieroz hevði sáttmála við Iran til og við kappingina, har liðið varð sligið út úr hálvfinaluni av Japan. 

Pekerman hevur staðið á odda fyri Kolumbia síðani 2012, og hevur ført landið til tvey HM-endaspøl. Bæði í 2014 og í 2018 kom Kolumbia víðari úr bólkaspælinum. Iran og Queiroz vóru eisini til hesi endaspølini. Fyrsta uppgávan hjá nýggja venjaranum í Kolumbia er Copa America, sum verður í Brasila í summar.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder