Radosavljevic hevur gjørt um seg í føroyskum fótbólti í ár. Hann hevur skotið sjey mál hjá TB – harav eitt í steypakappingini, og eisini hevur hann gjørt um seg á U21-landsliðnum.
Nú er so greitt, at tað verður í B36, at Stefan skal royna síni kynstur. Tað skrivar heimasíðan hjá B36 í dag.
Hann venur fyrstu ferð saman við nýggju liðfeløgunum mánadagin, og hann er millum teirra, sum um góða viku leggja leiðina til Belfast, har útidystur móti Crusaders er á skránni.
- Tá vit tosaðu um at styrkja um liðið í summar, var eingin ivi um, at Stefan hevði hægstu raðfesting hjá okkum. Her og nú kann hann avgjørt tilføra hópinum dygdir. Og tá talan er um somikið ungan spælara, er eingin ivi um, at hann kann mennast nógv meira, sigur Jákup á Borg, høvuðsvenjari, um nýggja spælaran, við heimasíðuna hjá B36.
- Skuldi eg til annað felag enn TB, so ynskti eg sjálvur, at tað varð B36. Spælistílurin hjá liðnum hóskar væl til mín, og eg ivist ikki í, at eg komi at fella væl til í Gundadali, sigur Stefan Radosavljevic.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald